Nigeria við á vetrarleikunum

Afrikanska landið endaði langt aftast, men skrivaði hóast alt søgu.

Tað hava verið ymiskar meiningar um, at Nigeria hevur fýra ítróttarfólk við til vetrarleikirnar í Pyeongchang, Suðurkorea. Onkur heldur, at talan er um eina góða søgu, meðan onkur vil vera við, at hetta er eitt marknaðarførslutriks.


Seun Adigun, Akuoma Omeoga og Ngozi Onwumere, sum luttaka í bobbsletu, máttu hava eina innsavning á netinum fyri at hava ráð at sleppa við til OL, har ein onnur úr Nigeria er við, nevniliga Simidele Adeagbo í grúgvusletu.


Ikki óvæntað, so endaðu Seun Adigun og Akuoma Omeoga langt aftast í bobbsletu-kappingini í gjár. Hóast munurin fyri tað mesta er hundraðpartar av sekundum, so endaði Nigeria áleið hálvtannað sekund aftanfyri vinnaran, Týskland.


Seun Adigun er róðurskvinna, og pápi hennara, Kolawole Adigun, sigur í samrøðu við CBS, at hann ikki er harmur um, at dóttir hansara endaði aftast í kappingini. Heldur tvørturímóti er hann errin av henni.


- Hon hevur eina sletu, hon hevur ítróttarsambandið, og nú er Nigeria sloppið við. Hetta var ótrúliga gott. Hon hevur víst vegin fyri øðrum ítróttarfólkum, so hetta var eitt gjøgnumbrot. Hon hevur sligið dyrnar upp fyri Nigeria, sigur Kolawole.


Hetta er nevniliga fyrstuferð í søguni, at Nigeria luttekur á vetrarleikunum. Tær tríggjar í bobbsletuni, Seun Adigun, Akuoma Omeoga og Ngozi Onwumere, eru allar føddar og uppvaksnar í USA, meðan hon í grúgvusletuni, Simidele Adeagbo, er fødd í Kanada.