Hjá Reyði Krossi Føroya hava tey eisini fylgt væl við í kreppuni, sum hevur rakt vesturafrikanska landið Niger.
Og tey hava eisini lagt ætlanir um, hvussu tey og føroyingar annars kunnu veita teimum svøltandi eina hjálpandi hond.
Á fundi í Reyða Krossi fyri ólavsøku avgjørdi felagsskapurin at senda 50.000 kr. til neyðhjálpina í hesum afrikanska landinum og londunum har í nánd, ið eisini eru illa rakt av hungri.
- Nú fær so almenningurin høvið at lata eina gávu til hetta arbeiðið. Kundu vit savna inn einar 50.000 kr. aftrat, so hevði tað verið óført, sigur Suni Vinther við Sosialin.
Í desember
Á fundinum í Reyða Krossi varð tosað um, hvussu tey best kundu stuðla teimum neyðstøddu í Niger.
Semja var um, at tey skuldu lata hesar 50.000 kr. til hesi vesturafrikansku londini, ið eru illa rakt av skerpingi og hungri.
Samstundis við hetta hevur felagsskapurin sett út bússur í fleiri enn 150 handlar, matstovur, bensinsølur og aðra staðni kring ein stóran part av oyggjunum.
- Vit miða eftir at kunna senda einar 50.000 kr. ella meiri til tey hungursraktu børnini. Hetta kann gerast longu í desember mánaði, sigur Suni Vinther.
Hinvegin ber eisini til at stuðla innsavningini við at ringja á tlf. 905656 ella senda pening til konto í peningastovnunum, ella snøgt sagt við at gerast limur í Reyða Krossi.