Fiskivinna
Djúpvatnstrolarin, NielsPauli, hevur gjørt ein góðan túr. Teir landaðu á Tvøroyri mikudagin og hósdagin, og veiðan vá 340.000 pund.
Martin Hentze sigur, at meginparturin av veiðini hjá trolaranum var upsi, men teir høvdu eisini nakað av kongafiski, eini 36.000 pund.
Niels Pauli fekk nógvan fisk, stutt áðrenn teir komu inn.
Martin sigur, at tann síðsta dagin fingu teir 870 kassar og 570 kassar tann næstsíðsta dagin.
- Hetta er rættiliga góður fiskiskapur, sigur hann.
Rankin landaði eisini á Tvøroyri fyrr í vikuni. Teir høvdu umleið 160.000 pund. Av veiðini var 70.000 pund kongafiskur, restin var upsi.
Delta Seafood og Sandoy Seafood keyptu upsan hjá Rankanum, meðan Fiskavirking á Tvøroyri, Delta Seafood og Fiskavirkið í Gøtu keyptu kongafiskin.
- Her suðuri hevur rættiliga nógv fiskaarbeiði verið hesa vikuna, sigur Martin Hentze.
Arbeiða eisini hýsu
Fiskavirking á Tvøroyri hevur eisini keypt nakað av hýsu í vikuni, eitt nú frá Fugltúgvuni og útróðrarbátum, sum hava landað til virkið.
Martin sigur, at tann besta hýsan fer til tað, teir rópa ?interleaved?, sum er flak, ið er pakkað við pappíri millum hvørt flakið. Hin hýsan fer til vanligan flakablokk.
Einir 30 bátar rógva út og landa á Tvøroyri, tá ið viðrar.
- Enn hava bátarnir ikki fingið tað stóra í heyst, men nakað kemur burtur úr, tá ið viðrar, og bátarnir eru úti, sigur Martin Hentze, sum er góðskuleiðari á Fiskavirking á Tvøroyri.