Niels Pauli Djurholm 90 ár

Hósdagin 25. september fylti Niels Pauli Djurholm, Kollafirði níti ár.

Niels Pauli er føddur á Glyvrum, sonur Hans Djurholm, navigatiónsskúlalærara og skipasýnsmann og Inger f. Weihe av Selatrað. Teir vóru tveir brøður, hann og Lassen, sum doyði í 1992.
Niles Pauli er gifur við Gundu f. Skaalum úr Kollafirði. Tey eiga fýra børn. Ingrið, sum býr í Danmark, Arnóru, Hans og Bjarna. Tey eru øll gift, og eiga Niels Pauli og Gunda átta barnabørn og níggju langabba og langommubørn.
Niels Pauli tók læraraprógv í 1935 og var lærari á Toftum og í Gøtu, áðrenn hann gjørdist lærari í Kollafirði í 1937. Frá 1949 til hann fór úr starvi í 1981, var Niels Pauli fyrstilærari í Kollafirði. Í 1957-58 var N.P. á ársskeiði í Danmark.
Umframt at vera lærari, røkti N.P. fleiri álitisstørv. Frá 1949 og næstu 30 árini var hann organistur í kirkjuni í Kollafirði, umframt, at hann bæði var limur í sóknarstýrinum og meinigheitsráðnum. Niels Pauli var eisini kommunuskrivari í Kollafirði í útvið 30 ár. Í sínum virkna felagslívi, var hann millum teirra, sum stovnaði Kollafjarðar Ítróttarfelag.