Niels Finsens gøta og parkeringspláss stongd í sambandi við Slaktið

Í sambandi við tiltakið Slaktið, verður parkeringsplássið framman fyri ráðhúsið stongt fríggjamorgunin 20. oktober kl. 8 til leygarkvøldið 21. oktober kl. 20.

 

Í sama sambandi verður Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið leygardagin 21. oktober frá kl. 8 til 20.

 

Hetta upplýsir Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.