Niels Debes

f. 4. oktober 1924 d. 30. januar 2003

30. januar andaðist Niels Debes í Havn. Niels var føddur og uppvaksin í Havn. Hann hevði stóran áhuga í ítrótti. Sum ungur var hann fótbóltsleikari, fimleikari og skóti. Niels arbeiddi sum skrivstovumaður hjá Shell í 28 ár. Eftir tað var hann eina tíð á skrivstovuni hjá Thorshavns Mælkeforsyning, til hann fekk starv sum skrivstovumaður hjá Strandferðsluni, har hann var, til hann fór frá við eftirløn, tá hann bleiv 67 ár. Í sjeytiárunum var hann býráðslimur í Havn, har hann m.a. legði nógva orku í at fáa svimjihøllina í Gundadali bygda. Hann sat eisini í meinigheitsráðnum. Hann hevði eisini stóran áhuga fyri jarðarbrúki og hevði sjálvur seyð. Niels giftist í 1954 við Birthy, f. Lava, úr Havn. Tey náddu ikki at halda gullbrúdleyp saman. Friður veri við minninum um Niels Debes.
??????
m.g.