TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við niðurlendska høvuðsvenjaran hjá TB, Robert Roelofsen aftaná hann hevði vunnið tann fyrsta sigurin í effodeildini í ár við einum 1-0 sigri ímóti AB við Stórá í Trongisvági.
Meðan starvsfelagin í AB, Trygvi Mortensen finst at væntandi linjuni í dømingini, so vil Robert Roelofsen ikki brúka tíð uppá at ummæla dømingina, sum hann heldur ikki er uppgávan hjá honum.
Robert Roelofsen stórfegnast um fyrsta sigurin, sum kom væl við hjá honum og hansara monnum. Hann heldur TB verða tað betra liðið í dag, og hann heldur TB skapti teir málmøguleikarnar, sum vóru, og heldur ikki, at AB kom til nakað nevnivert í dag. Hann heldur, at spælararnir gjørdu tað væl í teimum torføru umstøðunum, sum vóru í dag við nógvum vindi.
Robert Roelofsen er fult við uppá, at TB setir sær høg mál, og hann vil, at Stórá í Trongisvági skal gerast ein ræðandi útivøllur hjá øllum liðum, sum ferðast suður at spæla ímóti TB. Hann heldur, at vegurin út í Evropa er stuttur í Føroyum við bert 10 liðum í bestu fótbóltsdeildini.