Niður við Tjóðveldi! - Fyri at lyfta okkum upp um tjóð 

Eg eri loysingarmaður. Hetta er okkara land, og eg eri erri av tí. Vit hava bygt hetta land. Og alt tað vit í dag eru erri av, er sprotti úr alski til hetta land, og tí vit hava stríðst fyri tí. Okkara mál, mentan, vinnulív, sosialar skipanir. Tað eru føroyingar sum hava bygt hetta upp, og ikki danir ella nakar annar. 

 

Uttan tjóskapar- og loysingarrørðsluna, vóru vit bert eitt annað Fanø, og lógu helst enn og skrivaðu á donskum niður til Danmarkar fyri at biðja um hjálp og pengar, meðan tey tóku avgerðir og stýrdu okkara náttúruríkidømi. 

 

Vit eru millum heimsins ríkastu lond, tí vit sjálvi hava tikið egna ábyrgd og bygt okkara land. 

 

Uttan fullveldis- og tjóðskaparfólk í hesum valstríði og sessunum, so síggja vit hvussu fólkatingssessinir vera missbrúktir til at undirgrava tað føroyska tjóðskaparstríðið. At taka tað burtur aftur, sum ættarlið undan okkum hava vunnið. 

 

Danska fólkatingið hevur seinastu árini tikið avgerðir um mál, sum føroyingar langt síðani hava yvirtikið. Danska stjørnin hevur enntá boða frá, at onnur yvirtikin mál skulu undir danskt ræði, tí tey skulu roknast sum “trygdarmál”. Hetta kann gerast alt frá handli, mentanarsamstarv til fiskivinnumál. 

 

Uttan Tjóðveldi í hesum sessum, verða fólkatingssessinir brúktir at binda okkum fastari at Danmark og donskum politikki. Til at leggja okkum sum tjóð undir annað land. Til at flyta hartvunna  avgerðarrættin og sjálvræði úr Føroyum aftur til Danmark. Teir vera brúktir til at tosa føroysku tjóðina niður, heldur enn at lyftan hana upp. Til at fløkja føroyskan politikk inn í danskan partapolitikk. Til at bidda danskar pengar á fíggjarlógina, til mál sum vit langt síðani hava yvirtikið. Og ikki minst til at verja danskt vald og avgerðir í Føroyum, heldur enn at verja fólkaræði hjá føroyska fólkinum. 

 

Tjóðveldi hevur prógva hvørja ferð vit hava vunnið fólkatingssessin, at vit arbeiða fyri at lyfta føroysku tjóðskaparmálini upp. At lyfta Føroyar upp. At arbeiða fyri sjálvavgerðarrættinum og áhugamálunum hjá føroyska fólkinum sum tjóð. Tryggja, at danskir myndugleikar ikki taka avgerðir yvir høvdi á føroyingum og Løgtinginum. Krevja, at avgerðarrætturin í øllum tí sum viðvíkir Føroyum, verður flutt heim til Føroyar. 

 

Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kappast um at vera mest sambandskir og leggja seg undir eina danska dýnu. 

 

Valið snýr seg um:  

 

Vilja vit vera tjóð undir egnum flaggi og ábyrgd?  

 

Ella vilja vit lata hinar flokkarnar gera okkum til eitt uppískoyti til danska politikk og danskar avgerðir? 

 

X við E 

 

Jóhan Christiansen