Á stóru sangløtuni á G!Festivalinum leygarkvøldið fara tvær av mest eyðkendu og mest elskaðu føroysku kvinnurøddunum seinastu 50 árini at syngja saman, nevniliga Nicolina á Kamarinum og Eivør Pálsdóttir.
Eivør hevur mest sum gjørt sangin hjá Teimum á Kamarinum Mær leingist sín egna, og hesin sangur er eitt hæddarpunkt bæði á fløgu og konsertum hjá Eivør.
Á konsertini hjá Teimum á Kamarinum á G!Festivalinum í fyrra árið, sá Nicolina, Eivør millum áskoðararnar og bjóðaði henni upp at syngja Mær leingist saman við sær. Henda spontana duett var ein stór uppliving fyri áhoyrararnar, ið høvdu leitað sær á spæliplássið seint hetta leygarkvøldið, ein uppliving í áskoðararnir á G! í ár eisini fara at uppliva.
Nicolina gleðir seg til aftur at sleppa á pall á G!Festivalinum, og serliga nógv eisini til at syngja duett við Eivør. Hon leggur ikki skjól á, at henni dámar væl tulkingina hjá Eivør av Mær leingist. Virðingin fyri ungu songkvinnuni úr Gøtu, tykist stór hjá Nicolinu.
Eins og Nicolina sjálv syngur Eivør nógv á móðurmálinum, eisini tá hon ferðast kring heimin og spælir konsertir. Hetta metir Nicolina vera eina greiða styrki, hjá Eivør. Hon vísir á, at okkara vakra mál er ein dýrgripur, og at tað er fryktiligt at hoyra fólk tosa um, at føroyskt ikki kann brukast, hesi fólk hava ongantíð hugt í Songbók Føroya fólk, sigur Nicolina, her renna orðini hjá fyrrverandi stjóranum í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff henni í hug, Hví skulu føroyingar syngja á enskum? Tað eru milliónir, sum duga enskt betur enn tit, men eingin dugur betur føroyskt enn tit. Fleiri útlendingar hava sagt við Nicolinu, at tá teir hoyra fólk syngja á føroyskum, nýtist teimum ikki at skilja øll orðini, tí teir skilja kenslurnar.
Nicolina heldur tað vera ótrúliga stuttligt, at G!Festivalurin nú hevur tikið felagssangin til sín. Sangurin á ólavsøku er ein heilt serlig løta hvørt ár og hetta, at so nógv fólk kunnu syngja saman, er serføroyskt. Útlendingar eru ovfarnir av hesum, at so nógv fólk duga somu sangir, og kunnu syngja teir saman, vit eru ikki sjálv líka ovfarin, tí fyri okkum er tað nú bara soleiðis, sigur Nicolina.
Nicolina heldur nógv av føroysku tónleikafestivalunum, ið seinastu árini eru sprotnir fram, hon hevur luttikið á bæði G!Festivali og Summar Festivali og hevur dámt hetta øgiliga væl. Á festivalinum sleppa føroysku kreftirnar at royna seg, og vit fáa øll útlendskar tónleikaupplivingar, so festivalarnir eru góðir á fleiri hættir.
Nicolina metir tí stóru menningina í føroyskum tónleiki at vera eina sanna kollvelting, her spríkir fram allastaðni og einki tykist óført. Fruktirnar av musikkskúlanum síggjast nú aftur, og hópin av ungum og spennandi bólkum eru at hoyra allastaðni kring landið. Her er nógv broytt síðan Nicolina og hini á kamarinum fóru undir sítt tónleikavirksemi fyri yvir hálvthundrað árum síðan. Alheimsgerðin hevur eisini gjørt seg galdandi innan tónleikin. Tað er nógv styttri út til grannalondini, sjónvarp, útvarp og teldan hava flutt alheimin inn í stovuna. Nicolina sigur, at hon hevur til dømis ongantíð havt ambitiónir um at liva av tónleiki, ein dreymur, ið sera nógvir ungir tónleikarar hava nú á døgum.










