Nicolina fekk herðaklappið

Hon hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í eitt mannaminni. Hon er ein av fyrstu poppstjørnunum í føroyskum tónleiki og hon er framvegis virkin sum sangari og sangskrivari, og hevur í ár givið nýggja fløgu út.

 

Planet Herðaklappið 2011 varð fyri løtu síðani latið Nicolinu av Kamarinum fyri hennara stóru avrik.

 

Nicolina gjørdist partur av tónleikabólki í 1955, og fýra ár seinni kom fyrsta plátan hjá bólkinum út. Hon var við til at skapa fyrstu kærleikssangirnar í føroyska tónleikaheiminum, og hon gjørdi tað ikki bert sum sangari – hon hevur eisini skrivað yrkingar og gjørt løg til nakrar føroyskar klassikarar.

 

Hon er framvegis virkin sum sangari og sangskrivari, og í ár hevur hon givið nýggja fløgu út. Hon hevur havt ovurhondsstóran týdning fyri føroyskan tónleik – bæði sum tann eyma sangrøddin, sum vann hjørtuni, og sum sangskrivarin, ið saman við øðrum skapti føroyskan kenslutónleik.

 

Fyri stóru avrik hennara hevur Nicolina av Kamarinum nú fingið Planet Herðaklappið 2011.

 

Hetta var samstundis seinasti heiðurin, ið varð latin á Planet Awards 2011.