Nicoleta setti met

Tað glapp burtur ímillum hjá okkum seinasta vikuskifti, men við 17 málum í dystinum móti Tjaldri seinasta vikuskifti, setti Nicoleta Radu Hansen nýtt met í málskjóting í føroyskum kvinnuhondbólti í nýggjari tíð.
Nicoleta er nevnliga fyrsta kvinnan seinastu fimm kappingarárini, sum kemur upp á 17 mál í einum dysti. Tríggjar ferðir er komið fyri, at leikarar hava skotið 16 mál, og somuleiðis er tað tríggjar ferðir hent, at ein leikari hevur staðið fyri 15 málum í einum dysti hesi árini. Nicoleta hevur ikki áður verið á hesum listanum fyrr, men við ferðini, sum hon hevur lagt út við hetta kappingarárið, tykist tað bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn hon aftur fær sítt navn á listan yvir flest mál í einum dysti.
Fyri seinastu fimm kappingarárini sær listin annars soleiðis út hjá monnum og kvinnum:

17 mál
ÁrLeikariLiðDystur
2004/05Nicoleta RaduSøljanTjaldur-Søljan
2002/03Áki MørkNeistinKÍF-Neistin
1999/00Áki OlsenNeistinNeistin-Tjaldur

16 mál
2003/04Simona PetersenNeistinNeistin-VÍF
2001/02Gabrielle FeketeVBStÍF-VB
2001/02Simona PetersenSøljanSøljan-Stjørnan
2001/02Heini HanusarsonNeistinNeistin-H71

15 mál
2002/03Áki OlsenVÍFVÍF-Neistin
2001/02Bjarni WardumH71StÍF-H71
2001/02Heini HanusarsonNeistinVÍF-Neistin
2001/02Asta PetrauskieneSøljanSøljan-Kyndil
2001/02Ioana RápaVÍFSøljan-VÍF
2000/01Gurið MortensenVBTjaldur-VB
1999/00John PetersenStÍFVÍF-StÍF