Niclasen: Spinn frá Javnaðarflokkinum

Hóast Javnaðarflokkurin boðar frá semju í dag, so er støðan kortini ikki so einføld. Rættningslinjurnar eru lagdar, men eingin semja er enn, staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Javnaðarflokkurin boðar nú frá, at tað eydnaðist Javnaðarflokkinum at sannføra Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um teirra krav, sum var sent í brævið til løgmans fyrr í vikuni.

Men Jørgen Niclasen staðfestir, at hetta er spinn frá Javnaðarflokkinum, og at eingin semja fyriliggur.

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann hevur skilt niðurstøðuna av landsstýrisfundinum í morgun, sum eina semju millum flokkarnar, men tað er als ikki støðan, sambært

formanninum í Fólkaflokkinum.

-Eingin semja verður gjørd, fyrr enn vit síggja ítøkiliga uppskotið frá fíggjarmálaráðharranum, staðfestir Jørgen Niclasen, sum vísir á, at einki enn er skrivað niður.

Javnaðarflokkurin boðaði frá, í almenna brævinum til løgmans, at løgmaður skuldi velja ímillum at hækka karmarnar saman við Javnaðarflokkinum ella at finna útreiðslurnar av lønarhækkingini hjá almennu fakfeløgunum innan verandi játtan, saman við Fólkaflokkinum.

Men støðan er nú tann, at landsstýrið hevur funnið tær neyðugu milliónirnar innan verandi karmar, tó uppskotið ikki er endaliga viðgjørt enn. Tí er ilt at skilja, hví Javnaðarflokkurin heldur seg hava vunnið slagið, tá karmarnir framvegis eru teir somu.

-Hetta almenna brævasamskiftið, sum Javnaðarflokkurin hevur ført seinastu vikuna, tykist mest sum eitt politiskt spinn, staðfestir Jørgen Niclasen.