Saman við borðtennis og judo skipaði badminton um vikuskiftið fyri sínum FM-kappingum. Her gjørdust tað ikki óvæntað Guri Poulsen og Niclas Eysturoy, sum tóku tað mesta – tó at tey so sanniliga máttu stríðast fyri heiðrinum.
Tey bæði vunnu nevnliga kappingarnar í einmansleiki, og eisini í tvímansleiki fingu tey gullið saman við ávíkavist Brynhild D. Carlsson og Hilmar Kass Jacobsen.
Í blandaðum tvímansleiki gekk tó ikki. Her máttu tey bæði nevnliga lúta fyri Bjørg Djurhuus og Aksel Poulsen í finaluni.
Úrslitini frá kappingini vóru hesi:
Tvímansleikur, kvinnur:
1 Brynhild D. Carlsson, HBF og Guri Poulsen, HBF
2 Lis Hansen, VÍF og Fjóla Luid, HBF.
Tvímansleikur, menn:
1 Niclas Eysturoy, HBF og Hilmar Kass Jacobsen, HBF
2 Flóvin S. Mikkelsen, HBF og Rógvi Poulsen, HBF
Blandaður tvímansleiku:
1 Bjørg Djurhhus, HBF og Aksel Poulsen, HBF
2 Guri Poulsen, HBF og Niclas Eysturoy, HBF
Einmansleikur, kvinnur:
1 Guri Poulsen, HBF
2 Brynhild Carlsson, HBF
Einmansleikur, menn:
1 Niclas Eysturoy, HBF
2 Aksel Poulsen, HBF