##med2##
H71 er suverent oddalið í Okkaradeildini við 18 stigum aftaná 23-19 (11-11) sigurin á KÍF í Hoyvíkshøllini. Fimm stig eru niður til nummar tvey, StÍF, og heili níggju stig eru niður til KÍF, ið er á fimta plássi, so hóast átta dystir eru eftir at leika hjá H71 í grundspælinum eru teir gott og væl í FM-hálvfinalunum.
H71-KÍF 23-19 (11-11)
H71: Peter Krogh 7, Pætur Mikkjalsson 5, Pauli Mittún 4, Leivur Mortensen 3, Hilmar Leon Jakobsen 1, Vilhelm Poulsen 1, Rúni V. Højgaard 1 og Hans Kári Hansen 1.
KÍF: Nicklas Selvig 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Hørður Fannar Sigthórsson 3 og Rani A. Højgaard 2.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Andrias Eriksen taka samanum dystin. Andrias heldur, at tað var sera avgerandi fyri dystin, at H71 kom út í seinna hálvleik sum eitt ódnarveður og legði seg á odda 16-12. Hendan munin hildu hoyvíkingar restina av dystinum.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av toppskjúttunum hjá KÍF, Nickas Selvig. Nicklas er væl foreintur við verjuspælið, har sterka H71-liðið verður hildið niðri á 23 málum, men Nicklas er alt annað enn nøgdur við álopsspælið hjá KÍF.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málverjan hjá H71, Ára E. Dam sum staðfestir, at nú sær gott út við at enda millum fýra tey ovastu liðini í grundspælinum. Ári E. Dam hevur ikki hug til at fara í tann stóra favorittleiklutin, ið mong geva H71. Hann væntar, at talan verður um nakrar javnar og spennandi FM-hálvfinalur tá tann tíðin kemur.
##med3##
##ms##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 10 | 290 | 229 | 61 | 18 |
STÍF | 10 | 285 | 276 | 9 | 13 |
NEISTIN | 10 | 269 | 243 | 26 | 12 |
VÍF | 10 | 282 | 266 | 16 | 12 |
KÍF | 10 | 270 | 263 | 7 | 9 |
KYNDIL | 10 | 257 | 267 | -10 | 6 |
TEAM KLAKSVÍK | 10 | 215 | 324 | -109 | 0 |