Niðurgongdin minkar

Hóast talan framvegis er um stóra afturgongd í mun til í fjør, so kvinkaði sølan av nýggjum bilum nakað uppeftir í september mánaði. Sambært hagtølunum hjá Akstovuni, vórðu 104 nýggj akfør skrásett í september mánað í ár, og hetta eru 62 færri enn í september í fjør. Tað svarar til eina minking upp á góð 37 prosent. Fyri fyrstu níggju mánaðirnar í ár hevur minkingin í talinum av innfluttum bilum verið góð 53%. Fyri persónbilar er minkingin fyri fyrstu níggju mánaðirnar um 54 prosent, men fyri september er minkingin 25 prosent.