Kvinnuflogbóltur
Eftir at tað eitt skifti í grundspælinum sá hampuliga ljóst út, hava seinastu vikurnar bent alt meira á, at tilveran hjá KÍF sum fyrstudeildarlið var av á hesum sinni.
Ikki minst eftir tapið fyri Fleyr í fyrra dystinum millum liðini í endaspælinum hevur hetta tókst sum ein staðfesting, og nú Dráttur eisini slapp úr Havnini við øllum stigunum, tykist seinasta orðið vera sagt í so máta.
Tað er nevnliga so, at skal KÍF vinna seg av niðasta sessinum, so er neyðugt við sigri á Fleyr í seinna dystinum millum liðini, umframt at stig eisini skulu vinnast aðra staðni. Og á pappírinnum var møguleikin fyri hesum seinna í øllum førum størstur, nú Dráttur var á vitjan.
Og KÍF royndi eisini tað, tær vóru mentar, at vinna neyðugu bóltarnar leygardagin. Fyrsta settið gekk av skrijðuni til, men síðani vóru tær alla tíðina væl við. Í longum løtum fingu tær lagt trýstið yvir á gestirnar, men tá mest stóð á, megnaðu tær ikki at halda fast, og tí gjørdist talan enn einaferð um eitt 3-0 tap.
Tað er tó einki at ivast í, at hóast niðurflytingin við hesum tykist staðfest, so fer KÍF eisini framyvir at tosa við, tá talan er um flogbólt í fremstu røð. Felagið hevur í fleiri ár havt góð úrslit at vísa á í yngru deildunum, og við royndunum, sum leikararnir nú hava gjørt sær, er lítið at ivast í, at roynt verður eftir eini skjótari afturvendan, tá kappast verður í fyrstu deild komandi kappingarár.