o Yvirtøkulógin skal samtykkjast
o Skatturin skal niður, serliga á seinastu tjentu krónu
o Eitt sterkt vinnulív og sjalvberandi búskap
o Einskilja almennar fyritøkur at gjalda skuld niður
o Leggja tænastu nærri borgaranum og tillaga almennu umsitingina
o Lógarfesta øllum føroyingum eftirlønartrygging
o Yvirtaka útlendingamál at fyribyrgja trupulleikum
Hesi eru tey sjey boðini í valskránni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið 20. januar.
Yvirtøkulógin, ella Tvøroyrarskjalið, sum hon eisini verður nevnd, er komin undir land, sigur Anfinn Kallsberg, formaður Fólkafloksins.
? Hon er klár til politiska viðgerð. Við henni fáa vit sjálvi rættin at yvirtaka, tá tað passar okkum ? øll mál, uttan tey, ið eru tengt at suverenitetinum, so sum uttanríkismál. Áðrenn hesi mál kunnu yvirtakast, skulu tey til fólksins dóm við eini fólkaatkvøðu.
Fólkaflokkurin vil kortini hava størri ávirkan á uttanríkispolitikkin, og hann vil yvirtaka útlendingamál beinanvegin.
? Hetta til tess at fyribyrgja trupulleikum, sum onnur lond hava havt av hesum málum í ólukkumát, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann nevnir t. d. at vit bert skulu geva fólki arbeiðs- og uppihaldsloyvi, ið vit hava brúk fyri. Hann tók dømi um sveisarar á Tórshavnar Skipasmiðju, læknar, ítróttarfólk og nú eisini fólk at arbeiða í fiskiídnaðinum á landi.
Fólkaflokkurin ynskir eisini, at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap ? við herrópinum, at »vit skulu gjalda har vit valda«.
Fólkaflokkurin vil styrkja og skapa tryggar karmar fyri familjuna, flokkurin byggir á kristna siðaarvin, og hann heldur, at tann einstaki skal hava rásarúm til sjálvur at leggja sær lívið til rættis eftir evnum og dugnaskapi.
Garanturin fyri skattalætta
Fólkaflokkurin er garanturin fyri skattalætta ? einasti garanturin. Tað sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, og vísir á, at flokkurin hevur lækkað skattin 300 mió seinastu árini, og at tað ikki var framt, var tað ikki vegna Fólkaflokkin.
Av teimum seinastu 30 árunum hevur Fólkaflokkurin sitið í landsins stjórn í tey 22 ? ofta við fíggjarmálaráðharra, og í sløk átta ár við løgmanni.
Fólkaflokkurin hevur á nýggjárinum fingið marginalskattin niður frá 57% til 56% ? nú er málið hjá Fólkaflokkinum at fáa allan skattin niður ? men serliga á seinast tjentu krónu.
? Tí tað skal loysa seg at arbeiða, sigur Anfinn Kallsberg. Vit trúgva uppá, at um meira er eftir av seianst tjentu krónuni, so fara fólk at arbeiða nógv meira, tjena nógv meira og soleiðis verður nógv meira eftir til almennu kassarnar, sum so hava ráð at geva fólki skattalætta, sigur Anfinn Kallsberg.
Hjálp til teirra ið tørva
Forðingar skulu burtur, soleiðis at øll við førleika hava møguleika at klára seg sjálv.
? Og harvið hava veit møguleika veruliga at hjálpa teimum, ið treingja ? tí bara tey, sum hava brúk fyri hjálp, skulu fáa ? so hava vit ráð at hjálpa teimum, sum veruliga tørva, sigur Anfinn Kallsberg.
Fólkaflokkurin sigur, at eitt sterkt vinnulív er hornasteinurin í einum góðum samfelag.
Selja fyri skuld
Flokkurin vil einskilja almennar fyritøkur at gjalda skuld niður. Hann vil eisini endurskoða karmar fyri alivinnuna og rækjuflotan, og skipa karmar at loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.
Fáa vit ikki eina smidligari skipan á hesm øki, er so skjótt at bróta niður kappingarføri og marknaðaratgongd, heldur Fólkaflokkurin.
Almanna- og heilsuverkið skal kjølfestast við støði í einum burðardyggum búskapi. Tænastustigið skal betrast og tænastur skulu leggjast nærri borgarum.
Alemnna umsitingin skal tillagast ? gerast smidligari og brúkaravinarligari.
Barsilsskipanin skal í samráð við arbeiðsmarknaðin leggjast út til partarnar sjálvar., og eftirlønartrygging skal logarfestast øllum føroyingum.
Fólkaflokkurin heldur, at vit skulu hava eftirlønarskipanir, sum byggja á arbeiðslívi hjá hinum einstaka ? fólk skulu sjálvi spara upp. Síðani skal vera ein almenn skipan til tey, ið ikki hava hendan møguleika.