Neyvan til Jordan

Umvegis heimasíðuna hjá KÍ sigur Tomislav Sivic, at tað neyvan verður í Jordan, at hann fer at starvast sum venjari komandi árini

 

Uttanlands

Stóru tíðindini í vikuskiftisblað okkara vóru, at Tomislav Sivic skuldi verða landsliðsvenjari í Jordan, men nú er tó líkt til, at hetta ikki er heilt rætt.

Á heimasíðuni hjá seinasta felag sínum, KÍ, letur Tomislav Sivic heilsa, og viðmerkir annars, at tað enn er so langt ífrá víst, at hann verður venjari í Jordan.

Tíðindini á fleiri altjóða fótbólts-heimasíðum stava frá, at Tomislav hevur verið til samrøðu hjá fótbóltssambandinum í Jordan, men tað hava 20 aðrir jugoslaviskir venjarar eisini verið.

Sivic er tó framvegis upp á tal, men enn er so eingin endalig avgerð tikin í hesum, verður sagt á heimasíðuni.