1. januar minkaði talið av føroysku kommunum úr 30 til 29, tá Húsar kommuna endaliga legði saman við Klaksvíkar kommunu.
Tað er tó langt niður til tær 7 stóru kommunurnar, ið Kári P. Højgaard, táverandi landsstýrismaður í innlendismálum, legði upp til, tá landsstýrið 3. mai 2012 skipaði fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging.
Úrslitið var eitt rungandi nei frá meirilutanum av borgarum í flestu kommunum, og avleiðingin gjørdist, at so gott sum alt kjak um kommunusamanlegging varð jarðað.
Eitt spurnarumfar, ið Vikuskiftis-Sosialurin hevur gjørt millum borgarstjórarnar í Føroyum, vísir eisini, at tað nokk ganga nøkur ár áðrenn tosað verður aftur um evnið í føroysku kommununum.
Av teimum 27 borgarstjórunum, ið Sosialurin fatur á, svaraðu 18 borgarstjórar antin nei ella eitt treytað nei til spurningin, um teir væntað, at arbeitt verður við málinum í hesi valsetuni.
Tveir væntaðu tó, at møguleiki er fyri, at tey fara at arbeiða við málinum, meðan fimm borgarstjórar svaraðu ja, men tað var treytað av, at talan var um eina stórkommunu fyri alla oynna.
Til ber at lesa meira um evnið og hvat borgarstjórarnir svaraðu í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.










