Neyv yvirlýsing um mong samfelagsøki

Floksting Tjóðveldisins setir sær stór og ítøkilig mál í hesum valskeiði og væntar nógv av sínum fólki á løgtingi og í landsstýri Í yvirlýsingini krevur flokstingið, at umboð floksins á løgtingi og í stjórn gera alt til tess at náa hesum málum:

* At skil beinanvegin verður fingið á fíggjar-, skatta-, og avgjaldspolitikkin, at búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn, og at neyv stýring verður av landsins útreiðslum gjøgnum alt valskeiðið.

* At tann stóra menningarætlan innan mentan, útbúgving og gransking, sum landstýriskvinnan í mentamálum hevur lagt fram, verður fylgd, og at ungdómspolitikkur verður orðaður.

* At sosialpolitikkurin og heilsupolitikkurin verða endurskoðaðir.

* At tey vinnupolitisku átøk, sum landstýriskvinnan í vinnumálum hevur lagt fram, verða fylgd.

* At tann stóra ætlanin um grundleggjandi umlegging og liberalisering av fiskivinnuni, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt fram, verður framd.

* At stovnsrøkt verður ein avgerandi partur av øllum fiskivinnupolitikki.

* At ætlanirnar á uttanríkisøkinum um at vinna Føroyum atgongd til altjóða stovnar, -felagsskapir og -marknaðir verða framdar í verki.

*At Stjórnarskipan Føroya verður løgd til fólkaatkvøðu í 2010.

* At serforsorgin verður yvirtikin, og blokkurin minkaður við 117 miljónum krónum í 2010.

* At grundleggjandi broytingar verða gjørdar í umhvørvis-og orkupolitikkinum, og at Føroyar binda seg til altjóðakrøv.

* At greiða fæst á býtinum millum land og kommunur.

* At sett verða í verk tiltøk til tess at menna útjaðaran, herundir ein langtíðarætlan fyri samferðsluútbygging.