Umhvørvisátakið verður fyriskipað annaðhvørt ár, og leggur upp til at finna fram til best røktu bygd, varðagøtu, neystapláss, ársins grøna stovn og besta átak 2012
Í ár verða latnar tríggjar heiðurslønir í kappingini um Best røktu bygd, býi ella býlingi, og ein virðisløn verður latin til hvørja av hinum kappingargreinunum: Best røkta bygda- og
/ella varðagøta, Best røkta neysta- og ella bátapláss, og Ársins grøni stovnur. Harafturat verður latin ein heiðursløn fyri Besta átak.
Nýggja kappingargreinin í ár er Best røkta neysta- og/ella bátapláss. Fyrireikarnir meta, at hesin partur av búseting okkara, kanska við minni týdningi í dag enn áður, hevur virði, ið vit eiga at hava ans fyri og verja, og at tað tí eisini hevur almennan áhuga at varpa ljós á hesi serstøku øki við sjóvarmálan.
Tað eru Agenda 21 Stovan, VisitFaroeIslands, Umhvørvisstovan, Føroya Náttúruverndarfelag og Føroya Fornminnissavn, ið skipa fyri Umhvørvisátakinum.
snorri@sosialurin.fo










