Neystatekja fór í vindinum

 

Tað var nakað av vindi í gjár, og úti á Nesi í Hvalba fór ein neystatekja í einari hvirlu og endaði á høvdinum. Suðuroyar norðara bjargingarlið var kortini á staðnum og fekk fest tekjuna fasta, so hon ikki gjørdi nakran skaða.

– Øll yvirtromin fór oman av einum neysti í gjár. Tað var eitt eldri neyst, men hvussu standurin var á tí annars, tað veit eg ikki, sigur Claus Olsen frá Suðuroyar norðara bjargingarliði.

Tað gekk skjótt hjá bjargingarliðnum at fáa tamarhald á støðuni.

– Tað var eingin trupulleiki. Vit vóru átta mans á staðnum eftir einari lítlari løtu. Vit slógu pelar niður í jørðina og spentu eitt trol omanyvir við endum í langar banar, so tekjan ikki slapp víðari. Tað kundi verið vandi fyri, at hon endaði uppi millum húsini. Har vóru onkrar hvirlur til tíðir. Tá ein ordiliga hvirla kemur, tá kann henda okkurt.

Tekjan liggur framvegis har, sum bjargingarmenninir spentu hana fasta, og nú er tað upp til eigaran at fáa tikið sær av tekjuni.

– Hann, sum eigur neystið, má taka sær av at fáa hatta ruddað upp. Han sær omaná tað, so hann veit um tað.