Paris Saint Germain tapti í gjár 3-1 á heimavølli móti Manchster United, har eitt umstrítt brotsspark í yvirtíðini bleiv avgerandi. Stóra stjørnan hjá PSG, Neymar Jr, sat uttanfyri við skaða, men var skjótur á fartelefonini eftir dystin.
Les eisini: Hatta er brotsspark
- Hetta er skammiligt. Hussu kunnu teir lata fýra mans, sum ikki skilja fótbólt hyggja eftir endurtøkuni. Hvussu skal hann flyta hondina, tá hann vendir ryggin til, spyr Neymar Jr á sínum Instagram profili, og leggur afturat eitt gleps, sum ikki tolir dagsins ljós her.
Les eisini: Bragdið í París - Manchester United er víðari
Thomas Tuchel, venjari hjá PSG, segði eftir dystin at hann var vónbrotin, tí hann metti ikki at Manchester United hevði nakað at koma við. Hann vísti á, at gestirnir einki skot høvdu á mál í seinna hálvleiki, men ásannaði eisini at PSG skuldi havt lukkað dystin. Thomas Tuchel helt eisini fyri, at reglurnar viðvíkjandi brotssparkinum eru ov ógreiðar.
Hann bar eisini eisini í bøtuflaka fyri útbrotið hjá Neymar á Instagram. Hann helt fyri, at brasilska stjørnan leggur so nógv í, at kenslurnar onkuntíð fara avstað við honum.