– Á nýggjárinum er vanligt at síggja tíggjutals neyðrakettir blíva skotnar upp í luftini, og tað svitast ikki, at hesar serligu rakettir prýða himmalin við sínum sterka brennandi reyða loga. Men neyðrakettir eru samstundis ein sjálvskaptur vandamikil møguligur eldásetari.
Soleiðis skrivar Henrik Old, landsstýrismaður, í eini almennari fráboðan í dag. Og hann heldur fram:
»Mint skal vera á, at tað er ólógligt at senda upp neyðrakettir til stuttleika. Tær eiga einans at verða nýttar í neyðstøðu á sjónum.
Tað eru dømir um, at neyðrakettir hava verið atvoldin til eldsbruna í sethúsum.
Søla av neyðrakettum er avmarkað til fyritøkur, ið selja neyðútgerð til skip, og skal ein nýggj neyðrakett keypast, eigur tann gamla at verða latin inn.
Ynskt verður øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.«