Neyðugt við stórum avlopi á fíggjarlógini

Búskaparráðið heldur tað verða neyðugt við varnum fíggjarpolitikki, til føroyingar vita meira um komandi oljuvinnu og burturbeiningina av ríkisstuðlinum

Landsstýrið skal føra ein varnan fíggjarpolitikk, sum kann tryggja eitt stórt avlop á fíggjarlógini eina tíð afturat.

Hetta mælir Búskaparráðið til í nýggjstu frágreiðing síni, sum kom í síðstu viku.

- Til vit vita meira um, hvussu verður við inntøkunum í landinum framyvir - til dømis við eini møguligari oljuvinnu og burturbeiningini av ríkisstuðlinum - er neyðugt at vera varin á fíggjarpolitiska økinum. Tí er neyðugt við stórum avlopi á fíggjarlógini eina tíð afturat, sigur Búskaparráðið.

Búskaparráðið sigur seg bert kunnu viðmæla skattalætta, um útreiðslustøðið hjá landskassanum verður lækkað samstundis og samsvarandi.


Órógva sum minst

Búskaparráðið sigur, at inntøkurnar hjá landskassanum skulu krevjast inn, so búskapurin verður órógvaður sum minst av hesum.

- Skattir og avgjøld skulu ásetast út frá langtsiktaðu ætlanum fyri útreiðslustøðið hjá tí almenna. Inntøkur og útreiðslur skulu javnviga í miðal yvir tíð og eiga ikki at broytast út frá búskaparligum stutttíðarbroytinum, tí broytingar í sær sjálvum hava við sær samfelagsbúskaparligar kostnaðir, sigur Búskaparráðið.

Ráðið sigur, at hetta er í sær sjálvum ikki nøkur løtt uppgáva, tí bert tað at vita, nær tíðirnar eru góðar og ringar, er sera trupult.


Hall á handilsjavnanum

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár øktist innflutningurin við einum fjórðingi samanborið við sama tíðarskeið í gjør og er nú komin upp um tríggjar milliardir.

Sama tíðarskeið í ár vaks útflutningsvirði 17% sammett við í fjør.

Økingini í innflutninginum stendst serliga av øktum innflutningi av skipum og maskinum, meðan innflutningurin til húsarhaldini ikki er øktur so nógv - umleið 12%.

Innflutningsvirðið á bilum er umleið á saastøði sum í fjør, hóast talið av innfluttum bilum er minkað 17%.

Gongdin í út- og innflutninginum hevur havt við sær, at handilsjavnin nú vísir hall upp á 31 milliónir krónu fyrstu sjey mánaðirnar í ár.

una hjá ríkisstuðlinum