Fakfólk úr nógvum ymsum fakbólkum høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið leygardagin til seminarið um sjálvmorðsfyribyrging. Tormóður Stóra, sálarlækni, legði út við at greiða frá støðuni í Føroyum, sum, burtursæð frá at talið er munandi lægri enn aðrastaðni, ikki er so ólík støðuni í øðrum londum. Eyð Hansen Høyer viðgjørdi spurningar so sum sjálvmorðstekin og vandabólkar og síðani varð kjakast varð um møguleikarnir fyri at veita sjálvmorðshóttum hjálp, meðan tíð er.
Sjálvmorð kann fyribyrgjast
Í fyrilestrinum Sjálvmorðsfyrbyrging legði Heri Kragesten út við at spyrja, um tað yvirhøvur ber til at fyribyrgja sjálvmorði. Út frá egnum royndum metti hann, at tað altíð ber til at skumpa fólk aftur yvir á lívssíðuna, hóast tey hava sett sær fyri at taka seg av døgum.
- Sjálvmorð er ein ætlað gerð, við deyðiligum úrsliti, tá onnur ikki blanda seg. Tí ber eisini til at forða sjálvmorði, um onnur fáa møguleika og vita, hvussu tey skulu blanda seg, segði Heri millum annað. Hann legði afturat, at eftir hansara tykki var sjálvmorð ikki at meta sum eitt val, men sum ein tvungin handling út frá ótolandi umstøðum. Men umstøður kunnu broyast, og tí gevur tað eisini meining at tosa um sjálvmorðsfyribyrging, við at betra um umstøður og samskifti millum menninskju bæði í persónligum og almennum høpi.
Nógv ymisk uppskot vóru frammi um, hvussu ein tilbúgvingarætlan til sjálvmorðsfyribyrging kann skipast. Tormóður Stóra nevndi millum annað eina verkætlan, sum er við at verða sett í verk í Danmark, har fakfólk fylgja við gongdini hjá fólkum, sum fyrr hava verið innløgd eftir eina sjálvmorðsroynd. Eisini nevndi hann eitt sveisiskt átak, har fakfólk í staðin fyri at seta spurningar heldur í felag við tann sjálvmorðshótta royna at finna fram til orsøkirnar til ótolandi lívsstøðuna.
Tey avvarðandi
Sera nógv fólk vóru møtt til seinna partin av tiltakinum, sum var fyri almenninginum. Hesin parturin snúði seg serliga um støðuna hjá teimum avvarðandi eftir sjálvmorð, teirra sorg og mátan at handfara spurningar frá øðrum. Eftir at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almannamálum, hevði lagt fyri, varð dokumentarfilmurin Sannleikin um eitt sjálvmorð vístur. Á ein sera beinraknan og viðkomandi hátt lýsti filmurin, hvussu avvarðandi hava valt at siga sannleikan og verða opin um sjálvmorði hjá einum av teirra nærmastu. Aftaná filmin nýttu fleiri av áhoyrarnum høvi at leggja eitthvørt afturat út frá egnum royndum.
Eisini helt Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur, fyrilestur um Munin á sorgini við sjúku og sjálvmorði. Kathrina hevur drúgvar royndir frá sínum arbeiði við krabbameinssjúklingum og teirra avvarðandi, umframt at hon sjálv er avvarðandi eftir sjálvmorð. Hon vísti á, at stóri munurin á sorgini við sjúku og sjálvmorði er kenslan av maktaloysi hjá teimum sjálvmorðsavvarðandi, tí tey ikki fingu møguleika at hjálpa ein sannroynd, sum mong av teimum avvarðandi millum áhoyrarnar mundu kenna seg aftur í.
At enda treiv Tormóður Stórá í mongu myturnar um sjálvmorð. Tíverri eru nógvar av mytunum við til at forða bæði fakfólki og avvarðandi í at veita hjálp, meðan tíð er. Tí er umráðandi, at upplýsa um slíkt, fyri at mana misskilingar í jørðina.
Tiltakið um sjálvmorðsfyribyrging varð hildið um allan heim hendan dagin og var tað fyrsta av sínum slag í Føroyum. Stigtakarnir Tormóður Stóra, sálarlækni, og Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur, vóru sera væl nøgd við tiltakið og ikki minst við góðu undirtøkuna, og at tiltakið burturav varð skipað við føroyskum innleggum.










