Neyðugt við liðiligum sáttmálum

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ofta víst á, at meira liðuligir sáttmálar kundu givið fyrimunir bæði fyri vinnuna og starvsfólkini.

Á heimasíðuni (www.industry.fo) vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag á, at kanningar uttanlands, bæði frá óheftum granskingarstovnum, vinnufeløgum og fakfeløgum, bera á sama bógv.

Ein nýggj kanning, sum Vilstrup Research hevur gjørt fyri Teknisk Landsforbund í Danmark, vísir, at stórir partur av limunum ikki brúkar tey rættindi sum sáttmálin gevur, og nógv vita als ikki av, at tey eru dekkað av einum sáttmála.

Stenn Scheuer frá Handilsháskúlanum i Keypmannahavn heldur, at donsk fakfeløg og arbeiðsgevarar verða um fá ár tvinga til at gera meira liðiligar sáttmálar, har tað einstaka fólkið sjálvt kann leggja dent á løn, eftirløn ella frítíð eftir egnum vali.

- Gongdin er, at løntakarin í minni mun vil hava ávísar loysnir smoygdar

yvir høvdið, sigur Steen Scheuer við dagblaðið Aktuelt.

Danska Arbeiðsgevarafelagið metur tað vera alneyðugt við meira "elastik" í sáttmálunum.

- Verkfallið í fjør vísti, at nógvir lønmóttakarar ikki hildu, at semjan speglaði teirra ynskir, so vit vildu fegin, at sáttmálarnir verða meira liðiligir og valgfríðir fyri einstaka starvsfólkið, tó soleiðis at samlaða kostnaðarstøðið ikki hækkar, sigur formaðurin í DA Niels Fog við Ritzau.