Fótbóltur
Argja Bóltfelag var eitt av teimum feløgunum, sum var við til at skjóta Birgir Enghamar upp sum nýggjan formann í Fótbóltssambandið, og AB ætlar sær eisini at halda fast um hendan stuðulin á aðalfundinum hjá FSF leygardagin.
FSF hevur koyrt í einum spori í nógv ár, men nú er neyðugt við einari broyting. FSF áleggur bara feløgunum fleiri og fleiri krøv, og tað hava feløgini truput við at liva upp til. Tí eiga feløgini at verða styrkt við pengum, sum føroyskur fótbóltur fær uttanífrá, sigur Tórálvur Stenberg, formaður í AB.
Tyngri at reka felag
Hann er ein í tí skjótt vaksandi talinum av føroyskum fótbóltsformonnum sum halda, at krøvini til feløgini gerast alsamt truplari at liva upp til.
FSF hevur lønt skrivstovufólk til arbeiðis, meðan feløgini ikki hava nakað lønt fólk. Hetta hevur við sær, at formenninir, sum onga løn fáa, skulu renna runt fyri at tryggja, at feløgini liva upp til tey mongu krøvini, sum FSF vegna UEFA setir feløgunum, sigur Tórávlur Stenberg.
Hetta ger tað bara tyngri og tyngri at reka eitt fótbóltsfelag, og tí halda vit, at tað er umráðandi at styrkja feløgini fíggjarliga, so tey kunnu klára tey mongu nýggju krøvini.
Stuðla Birgir
Birgir Enghamar hevur júst havt hetta mál sum eitt av sínum sentralu í valstríðnum undan aðalfundinum leygardagin. Hann heldur, at fáa feløgini ikki ein styrk, so verður trupult hjá nógvum at hóra undan í longdini.
Fyrrverandi HB-formaðurin heldur, at føroyskur fótbóltur er komin á eitt vegamót, og at tað gerst alsamt truplari at fáa fólk at taka við ábyrgd í teimum ymsu feløgunum. Tí heldur hann, at FSF skal hjálpa feløgunum at liva upp til tey mongu krøvini.
Birgir hevur ført fram síni sjónarmið um hetta mál, og vit taka undir við tí, sum hann hevur sagt. Her má ein broyting til, og vit stuðla Birgir í at fremja hesa broyting, sigur Tórálvur Stenberg.