Neyðugt við breiðari semju

Í hesum døgum ferðast embætismenn hjá landsstýrinum kring landið við politiskum kunningarfundum um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Tað er stórmál, sum er á skránni, og veturin fer at vísa, hvussu framtíðarstøða Føroya fer at vera.

 

Tað er komið fram, at Javnaðarflokkurin á landsfundi í vikuskiftinum fer at koma við sínum ískoyti til kjakið um Hvítubók - og helst fer Sambandsflokkurin at gera tað sama.

Tað er væl skilligt, at hesir flokkar hava tikið sær tíð til at gjøgnumganga tilfarið í Hvítubók, og tað er eisini sera skilagott, at politikarar úr hesum flokkum ikki hava lagt seg út í kjakið, áðrenn teir hava kunnað seg um innihaldið Hvítubók.


Í næstum verður aðalorðaskifti á tingi um Hvítubók, og kunnu vit tá bert vóna, at tað fer at draga saman aftur millum partarnar - tí fer samgongan einsamøll undir fullveldissamráðingar við stjórnina, er stórur vandi fyri, at føroyska fólkið fer í tvíningar.


Tað var meðan Edmund Joensen var løgmaður, at málið um framtíðarstøðu Føroya var á skránni fyrstu ferð. Tjóðveldisflokkurin legði málið fyri tingið. Undir viðgerðini kom eitt broytingaruppskot frá Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd, sum skuldi greina ríkisrættarligu viðurskiftini.


Við hond og fót stríddust sambandsmenn ímóti, tí ríkisrættarligu viðurskiftini skuldu ikki nertast. Løgmaður setti samgonguflokkunum (Javnaðarflokkurin var ein teirra) stólin fyri hurðina, at varð málið nortið varð samgonguslit.


Men tá málið hevði verið fyri í tinginum, mátti tað í nevnd, og málið um setan av stjórnmálanevnd varð beint í rættarnevndina. Formaður í rættarnevndini var fyrrverandi samfelagsrevsarin og advokaturin, Bjørn á Heygum. Hann gjørdi ikki matari enn at súlta málið.


Við ongantíð at seta málið á dagsskránna hjá rættarnevndini, datt málið burtur, tá tingsetan var av. Ein lítið dámligur framferðarháttur?


Betur seint enn ongantíð - kunnu vit siga, nú Sambandsfokkurin kortini beit í grasið og fór at tosa um dagføringar í heimastýrislógini. Samgongan eigur at leggja sær hetta í geyma - og heldur royna at finna eina breiða semju - sum fær Javnaðarflokkin, Miðflokkin og kanska enntá Sambandsflokkin við.