Neyðugt við betri áskoðaraumstøðum

Rúni Heinesen er føroyska umboðið á UEFA-fundi í Sveis, har viðurskiftini kring fótbóltsvøllir verða viðgjørd

Fótbóltur

Ráðstevnan í Sveis er serstakliga ætlað smátjóðum, og saman við umboðum fyri níggju onnur lond umframt serfrøðingar av ymsum slag, hava trygdar- og stadionviðurskifti verið til umrøðu.
Eitt eru vanligu trygdarkrøvini, sum Føroyar skulu lúka. Ikki minst, um talan er um dystir móti stórum fótbóltstjóðum. Annað eru umstøðurnar hjá áskoðarum í aðrar mátar, og her er Rúni sannførdur um, at stór tøk eru neyðug í Føroyum.
- Tað er einki at ivast í, at umstøðurnar hjá okkum við Tórsvøll og Svangaskarð eru rættiliga spartanskar. Allar royndir vísa, at áskoðaratalið í stóran mun er tengt at teimum umstøðum, sum eru til áskoðararnar.
- Hjá okkum eru at kalla bara setur, meðan lítið og einki hevur verið gjørt við umstøðurnar í aðrar mátar. Tí er upplagt, at hetta er eitt øki, sum arbeiðast skal við. Spurningurin er tó eisini, hvat er fíggjarliga ráðiligt, tí talið av dystum – og har við áskoðarinntøkum – er jú avmarkað. Kanningar vísa tó, at áskoðaratalið væl kann økjast við eini helvt, um umstøðurnar eru nøktandi, so einki er at ivast í, at nakað eigur at verða gjørt frá okkara síðu, sigur Rúni Heinesen.