Vit staðfesta
? at vit eru ein fræls tjóð í javnbjóðis ríkisfelagsskapi
? at vit eru frælsir føroyingar.
? Vit ásanna, at hóast Heimastýrislógin er væl nýtandi í røttum hondum, so er hon vandamikil í loysingarhondum.
? Hesar skeivu hendur umsita heimastýrislógina í dag. Og vit síggja hvussu vandin kann forkoma Føroyum sum Vælferðarsamfelagi. Hesir, íð nú stýra, hugsa bert um loysing - ikki avleiðingarnar av 4 ára skiftistíð, har m.a 1300 milliónir hvørva úr samfelagi okkara, umframt mist ríkisrættindir í hópatali. Teir minka, uttan at spyrja føroyingar, ríkisveitingina við 400 milliónum krónum, heldur enn at rætta upplagdar skeivleikar innan heilsu og almannaverk okkara eins og skúlaverki okkara.
? 18 løgtingsfólk taka ídag avgerðir, ið helst ein greiður meiriluti av føroyingum er ímóti. Tað fær ein varhugan av, eftir at ein veljarakanning fyri og onnur eftir taka undir við eini broyttari skipan innan ríkisfelagsskapin.
? Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava ídag skúgva fólkaræði til viks, við ikki at spyrja føroyingar á fólkaatkvøðu, hvør teirra hugsan er um ógvusligu broytingarnar, teir ætla at fremja.
? Í broytingum sum koma í ríkisrættarligu viðurskiftunum, er neyðugt at staðfesta greiðar fólkaræðisligar mannagongdir, ið tryggja, at føroyingar á fólkaatkvøðu sleppa til orðanna.
Sjálvandi SKAL fólkið avgera hvat skal henda í ríkisrættarligu viðurskiftunum.
? Tað fær ein bert at vita við at spyrja fólkið.
? Tað er harmiligt at hoyra serliga varaløgmann og løgmann tosa um frælsi - samstundis sum teir á ein hátt vanvirða persónliga frælsi, við ikki at spyrja tann einstaka í týðandi málum, sum ríkisrættarligu viðurskiftunum.
? Sambandsflokkurin vil broytingar, ið tryggja tjóðskaparligt frælsi - eins og persónligt og fíggjarligt frælsi. Tí vilja vit gera broytingar innan Ríkisfelagsskapin - sum nevnt í okkara Nýskipanaruppskoti.
Eg fari at heita á tygum, ungan sum eldri - ið vil skilagóðar broytingar, um at atkvøða fyri Sambandsflokkinum. Vit skulu tryggja bæði broytingar og tín møguleika at siga tína hugsan í hesum týdningarmiklu viðurskiftum.
Vit vilja broytingar, men vit leypa ikki á bláman.
Okkara rødd á Fólkatingi vil arbeiða konstruktivt, siðiligt og íði fyri Føroyum.
Lat okkum gerast títt umboð.
Gott val!










