Útlendingar, sum koma til Føroyar at búsetast, skulu duga føroyskt.
Tað heldur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Hann staðfestir, at lykilin til at verða partur í einum samfelag, er, at tú dugir málið.
Hann fer nú í janar ella í februar at leggja eitt upplegg til ein føroyskan útlendingapolitikk fyri Føroya Løgting og síðani skal Løgtingið hava aðalorðaskifti um ein framtíðar útlendingapolitikk, har endamálið skal vera at stinga út í kortið, hvussu vit, sum frægast integrera teir útlendingar, sum koma higar at búgva í føroyska samfelagnum.
- Tað vil siga, at vit skulu stinga út í kortið, hvørjar fyriskipanir skulu setast í verk fyri at integrera útlendingar í føroyska samfelagið og, hvørji tilboð vit skulu hava til teir útlendingar, sum koma higar at búgva.
Sjálvur ivast landsstýrismaðurin ikki í, at høvuðsinngongdin til føroyska samfelagið, er málið.
Men í hesum sambandi hava vit lítið og onki at bjóða.
Sum støðan er nú, bjóða vit útlendingum, sum koma til Føroyar at búsetast, eitt skeið í føroyskum á 20 tímar, tað er alt.
Men hetta heldur landsstýrismaðurin er alt ov lítið.
- Íslendingar hava, sum mál, at teir útlendingar, sum flyta til Ísland at búgva, skulu klára seg í gerandisdegnum á íslendskum máli áðrenn tvey ár eru farin.
Men landsstýrismaðurin heldur somuleiðis, at tað er ógvuliga umráðandi, at útlendingar, sum koma higar at búgva, eisini fáa ein ávísan kunnleika til føroysk samfelagsviðurskifti og, hvørjar fyriskipanir, vit hava, skuldi tað, eitt hent, at teir onkusvegna koma illa fyri.
Ein partur av einum føroyskum útlendingapolitikki, verður eisini at fáa greiði á, hvussu stórur partur av uppgávunum skulu liggja undir landinum og, hvussu stórur partur skal liggja undir kommununum, har útlendingarnir búsetast.
Í hesum sambandi eiga vit eisini at gera okkum greitt, at skulu vit hava ein virknan útlendingapolitikk, kostar tað pengar.
- Men tað eru pengar, vit vinna aftur í longdini við tað, at vit fáa nakrar vælvirkandi samfelagsborgarar, sum kunnu geva sítt íkast til samfelagið, sigur Kári P. Højgaard.
Men sum er, hava vit lítið og onki at bjóða tilflytarum á hesum øki.
Sum støðan er nú, bjóða vit útlendingum, sum koma til Føroyar at búsetast, eitt skeið í føroyskum á 20 tímar, tað er alt.