Aling ?
Tey, sum hava tilknýti til norsku laksaalingini, skulu í hesum døgum svara, hvat tey halda um eina ætlan hjá myndugleikunum at loyva alarum at økja laksatalið í verandi aliringum fimm prosent næsta ár. Í Direktoratet for Naturforvaltning (DN) er eingin ivi um, hvat svar Lisbeth Berg-Hansen, fiskimálaráðharri, skal fáa. Har mæla tey ráðharranum til at skerja laksatalið, áðrenn tað fer at vára aftur.
Tey standa ikki einsamøll. Í Norsk Institutt for Naturforskning (NINA) hava tey ta áskoðan, at norska alivinnan hevur langt síðani sprongt markið fyri, at vinnan kann vera burðardygg. Sagt verður, at í dag eru 350 milliónir alilaksar í ringum fram við norsku strondini, og soleiðis sum støðan er nú, merkir tað, at millum 300 og 350 milliónir kynsbúnar laksalýs eru í økinum.
Norsku myndugleikarnir hava latið 65 nýggj laksaaliloyvi í ár. Næsta ár verður einki nýtt loyvi latið, men harafturímóti er skotið upp at loyva alistøðunum at hava fimm prosenr fleiri laksar í hvørjum ringi. Hesin spurningurin er til hoyringar nú, og fleiri vast í, hvussu skilagott tað er at koyra meiri laks í ringarnar. Tey, sum ivast, vísa á, at tey fimm prosentini svara til 40 nýggj aliloyvi, og nú alingin hevur trupulleikar við laksalús, er tað ivasamt, hvussu skilagott tað er at koyra meiri laks í ringarnar, siga tey.
Torbjørn Forseth, ið arbeiðir sum granskari hjá NINA, er millum teirra, sum ivast. Hann sigur við tíðindastovuna NTB, at hugskotið at økja laksatalið er ikki sambæriligt við málið hjá myndugleikunum at varðveita laksastovnarnar.
Eiga at kanna umhvørvið
Norunn S. Myklebust, sum er stjóri í NINA, sigur við NTB, at norðmenn eiga at steðga á og at kanna ávirkanina, sum laksalingin hevur á umhvørvið, og at loysa teir trupulleikarnar, áðrenn talan kann verða um at økja alingina.
NINA hevur svarað hoyringarskrivinum frá fiskimanaráðnum og mælir ráðnum til at taka uppskotið um fimm prosent øking aftur. Tað sama skrivar Direktoratet for Naturforvaltning í sínum svarskrivi og mælir harumframt tí politiska myndugleikanum til skerja talið á alistøðum fram við strondini. DN-stjórin, Janne Sollie, sigur, at tað er neyðugt at skerja alingina munandi og serliga í økinum millum Rogaland og Nordland.
Men Lisbeth Berg-Hansen, fiskimálaráðharri, fer neyvan at lurta eftir ráðunum frá DN og NINA. Hon sigur, at spurningurin um at skerja alingina hevur ikki verið og er ikki til viðgerðar. Sjálv heldur hon, at tann einstaki alarin hevur tann besta førleikan til at meta um, hvussu nógvan laks hann vil hava í ringunum. Ráðharrin sigur seg heldur ikki hava ætlanir um at steðga teimum 65 aliloyvunum, sum eru latin í ár, tí tað er ov seint. Hinvegin er hon sinnað at endurskoða uppskotið um at koyra meiri laks í ringarnar næsta ár, tá øll hoyringarsvarini eru komin.