Tað eru serliga tvinnanda viðurskifti, sum hava havt mín áhuga, tey árini, ið eg havi sitið í løgtinginum og í landsstýrinum: sjálvstýrismálið og vælferð Føroya fólks.
Sjálvstýrismálið
Um sjálvstýrismálið er at siga, at verandi samgonga, ið eg eisini havi verið partur av, ikki megnaði at skipa eina sjálvstýristilgongd, sum fekk breiða undirtøku í løgtinginum og - ikki minst - í fólkinum. Eg royndu mangar ferðir at fáa løgmann at bera so í bandi, at javnaðarflokkurin eisini kundi vera við í eini loysn av sjálvstýrismálinum, men hetta var til fánýtis. Tvær fólkaatkvøður vóru eisini eitt krav, men eisini tað miseydnaðist. Ein sjálvstýrispolitikkur, sum ikki hevur rímiliga stóra undirtøku hjá Føroya fólki, er frammanundan dømdur til at miseydnast.
Vælferðin
Hitt málið er vælferðin. Har havi eg sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum - og eisini eftir at eg fór úr samgonguni til dømis roynt at tryggja pensjonistum betri sømdir.
Í mínum politiska virksemi havi eg altíð roynt at sameint sjálvstýrispolitikkin og vælferðarpolitikkin, so at føroyingar kenna seg tryggar við sjálvstýristilgongdina.
Sjálvstýrislógin
Javnaðarflokkurin er komin við sínum uppskoti um sjálvstýrislóg, sum eg eisini kann taka undir við. Tað positiva við hesum uppskotinum er, sum Javnaðarflokkurin sjálvur sigur, at hetta ikki er eitt ultimatum frá Javnaðarflokkinum, men eitt útgangsstøði at arbeiða víðari á. Ásannandi, at skal ein nýggja skipan fáa nóg stóra undirtøku, noyðast allir flokkar at lora nakað, summir meira summir minni. Tí haldi eg heldur ikki, at tað er skilagott, nú eitt løgtingsval stendur fyri durum, at koma við útsøgnum, sum aftur fara at læsa støðuna fasta.
Breið semja er neyðug
Politikkurin komandi valskeið má hava sum aðalmál at sameina sjálvstýrispolitikkin og vælferðarpolitkkin. Vit mugu fáa sjálvstýrispolitikkin í eina trygga og hóvliga legu við breiðari undirtøku. Vit kunnu heldur ikki steðga sjálvstýristilgongdini. Tað hevur einans frustratiónir við sær, og so enda vit aftur í somu rembingum, sum hava verið hetta seinasta valskeiðið, og ikki minst í valskeiðnum frammanundan.
Fáa vit í breiðari semju langt lunnar undir ein rímiligan sjálvstýrispolitikk, kann tann politiska orkan meira enn higartil verða brúkt til tær veldugu avbjóðingar, sum standa fyri framman hjá teirri føroysku tjóðini: Pensjónirnar, røktarheimspláss, íbúðartørvurin, sjúkrahúsverkið, oljuvinnan osfr.