Neyðugt , at landsins hægstu myndugleikar taka landsdjóralæknan av ræði!

Ein lítil fittur nósi, ið var vilstur frá móður síni og komin á land á Tinganesi, varð avlívaður eftir boðum frá Bjørn Harlou, landsdjóralækna.

 

Óla Jákup úr Dímun

bóndi, St. Dímun




Ein lítil fittur nósi, ið var vilstur frá móður síni og komin á land á Tinganesi, varð avlívaður eftir boðum frá Bjørn Harlou, landsdjóralækna.

Sami vil hava henda kópaungan kannaðan, hvørt hann er berari av einihvørjari umfarsótt, samstundis sum hann higartil partvíst hevur loyvt, og eftir 1. februar 2001 argumenterar fyri at loyva ótarnaðum innflutningi av higartil ikki staðfestum djórasjúkum til Føroyar.

Spyrji meg sjálvan: Skemt av vánaligasta slag, ella hvat?



Landbúnaðurin og fólk við alski til føroyska djóralívið ongan »Góðan« við samráðingarborðið

Fólk, ið sótu við samráðingarborðið til samráðingarnar við ES um handilsavtaluna hava sagt, at tey ikki vistu, at ES-fólkini fóru at taka upp spurningin um landbúnaðin, men at avtala bert skuldi gerast um fisk. Nú um dagarnar verður nógv gjørt burtur úr frá somu fólkum at upplýsa, at fiskur/fiskivinna og landbúnaður í ES hoyra óloysiliga saman. Átti ikki okkara samráðingarnevnd at vitað hetta frammanundan?

Landbúnaðurin hevði biðið um at vera við til samráðingar.

Átti ikki landsdjóralæknin at havt umboða áhugamál hjá føroyska landbúnaðinum?

Landsdjóralæknin sigur í bløðunum, at hann ongar trupulleikar hevur við at seta úr gildi bann ímóti fríum innflutningi av livandi djórum, vísandi til WTO-samtyktir.

Landsdjóralæknin veit helst, at Ísland hevur í avtalu við ES alskyns fyrivarni á hesum øki .

Lond sum Noreg, Svøríki og Finnland hava fingið loyvi frá ES at seta bann ímóti, at djór og djóraúrdráttir verða innflutt úr øðrum londum. Hetta fyri at verja seg móti sjúkum.

Í Føroyum hava vit í eina øld havt vælvirkandi djóralæknatænastu, sum við sera restriktivum politikki við-víkjandi innflutningi av livandi djórum, hevur vart føroyska djóralívið fyri hættisligar og annars óhepnar djórasjúkur.

Soleiðis sum eg skilji landsdjóralæknan, so hava vit í Føroyum sjúkurnar, so leingi tað ikki er prógvað, at tær ikki finnast. Meira sannlíkt er, at so leingi tær ikki eru ávístar, finnast tær ikki.

Tá eg so veit, at embætisfólkini frá ES við samráðingarborðið beinleiðis spurdu føroysku samráðingarnevndina, um tey høvdu nakrar trupulleikar við at góðtaka henda partin av avtaluni og landsdjóralæknin sigur seg ongar hava, fari eg persónliga at ivast í um viljan at tæna áhugamálum hjá føroyska landbúnaðinum. Við øðrum orðum: Hvar er loyaliteturin?

Ráðini til vinnuna, um sjálva at syrgja fyri eftirliti og fyribyrging, fati eg mest sum eina niðurgering av vinnuni. Skulu hesi ráðini frá Bjørn Harlou kunna brúkast innan hesa vinnuna, so kundi hann eins væl mælt til at avtikið alt fiskiveiðieftirlit og reguleringar annars viðvíkjandi fiskivinnuni. Fiskivinnan kundi bert sjálv syrgt fyri hesum.


Avtalan við ES ikki henda prísin verd

M.o. løgmaður sigur, at avtalan er alneyðug og at einki var at gera. Landbúnaðurin mátti ofrast.

Hvørgin av hesum útsøgnum eru eftir mínum tykki rættar.

Sjálvandi skilir ein og hvør, at fiskaútflytarar fáa nakrar fyrimunir, við at eftirlitið er avtikið. Men mín greiða fatan er, at føroyska samráðingarnevndin er farin til samráðingarborðið, partvíst óvitandi um, hvat samráðingarnar skuldu snúgva seg um og annars við teirri fatan, at ES ikki hevur brúk fyri eini avtalu við Føroyar, men at bert vit hava brúk fyri ES. So at siga við hattinum í hondini. Sostatt er prísurin fyri hesa avtalu alt ov høgur. ES hevur brúk fyri fiskinum úr Føroyum. Vit útfyta fisk við verandi avtalu til ES fyri methøgar prísir og prísurin av rávøruni er tilsvarandi methøgur.

Tað eru og verða marknaðarkreftirnar/eftirspurningurin, ið til eina og hvørja tíð stýra samhandlinum við ES.


Viðvíkjandi avtaluni í sambandi við lanbúnaðin:

Tann parturin, ið umfatar frían innflutning av livandi djórum, hevur ongan fíggjarligan týdning fyri ES (ikki fyrr enn vit hava innflutt sjúkur, so øll húsdjór, neyt og seyður, eru týnd). Tað er ógvuliga sannlíkt, at tá onnur lond við ymiskum tilknýti til ES í samráðingum við ES, við atliti til sjúkuvandar, hava alskyns fyrivarni, kundu vit eisini havt fingið slík, um bert vilji var til staðar at samrást um hetta.

Av gáloysni hava vit komið føroyska neytaslagnum og føroysku rossunum í stóran vanda fyri at doyggja út. Hægsti veterineri myndugleiki í Føroyum stuðlar uppundir fríum innflutningi av livandi djórum. Er veruliga so illa statt, at hesin myndugleiki onga ábyrgd kennir fyri at verja eitt nú føroyska seyðin, sum í øldir hevur klætt og føtt føroyingin. Hevur verið ein partur av føroysku náttúruni og lært at yvirliva og balast í hesi sermerktu náttúruni?

Ómetaligi vandin fyri, at hetta lívið kann verða týnt og vandamál annars, sum eingin kann meta um fyri føroyskan landbúna gera, at alneyðugt er at ætlaða avtalan ikki kemur í gildi sum ætlað 1. februar 2001.

Landsins politisku myndugleikar mugu taka upp samband við ES um henda spurningin. Neyðugt er at seta fólk við fullum loyaliteti og ábyrgdarkenslu fyri føroyskum landbúna og húsdjórum at samráðast við ES á hesum øki.

Avtalan við ES má ikki koma í gildi, fyrr enn hetta er fingið uppá pláss.