Samferðsla
Framtak hevur leingi verið við í Smyril Line, og tá felagið bleiv endurreisat seinasta heyst, gjørdi grunnurin av at seta meiri pening í felagið, bæði sum partapening og sum ábyrgdarpening. Í fyrsta lagi tók grunnurin avgerðina fyri at forða fyri, at hann skuldi missa tað, sum hann longu hevði sett í Smyril Line, men tað var ikki tann einasta orsøkin, sigur formaðurin í Framtaki, Gloria Kalsø:
-Høvdu aðrir farið við Norrønu tá, høvdu vit einki skip havt til summarsiglingina í ár, tí tíðin hevði verið ov stutt til at finna fígging til eitt so dýrt skip. Harafturat hevði marknaðurin, sum Smyril Line hevur bygt upp, fari fyri bakka, sigur forkvinnan í Framtaki við Rás2.
Gloria Kalsø sigur, at í hennara hugaheimi eru Atlantsflog og Smyril Line okkara samferðslukervi við umheimin, og okkara landafrøðiliga støða úti í Atlantshavinum ger, at Føroyar hava brúk fyri tveimum slíkum motorvegum inn á meginlandið, sigur hon.
-Tað hevur eisini stóran týdning, at tað er hugaligt hjá fólki at vera í Føroyum, og at tað eri lætt at koma aftur og fram. Tí annars kann tað henda, at fólk flyta av landinum, eins og fólk í sekstiárunum fluttu av útoyggj og bygd inn í meginøkið.
Rætt við almennari luttøku
Ein av uppgávunum hjá Framtaki er at gera íløgur í fyritøkur, sum kunnu menna føroyska samfelagið, og forkvinnan í grunninum er ikki í iva um, at Smyril Line er ein tílík fyritøka.
Høvuðsreglan hjá Framtaki er, at grunnurin ger íløgur í fyritøkur, sum bera seg upp á sikt, og at grunnurin kann verða leysur av íløguni eftir fimm til sjey árum. Men í summum førum er grunnurin meiri tolin, og Smyril Line er ein av hesum fyritøkunum.
-Vit hava verið í Smyril Line leingi og koma helst at verða har eina drúgva tíð enn, men vónandi fer tað at ganga so væl hjá felagnum at onkur fær hug at keypa okkara partabrøv, sigur Gloria Kalsø við Rás2.
Hon vil ikki leggja seg út í tað politiska kjakið, um tað almenna eigur at seta pening í privata vinnu ella ikki. Hinvegin ásannar hon, at landið er lítið og kapitalurin avmarkaður, og tá talan er um samferðslukervið kann tað vera rætt, at tað almenna er við. Men tað er umráðandi, at tað almenna ikki fer inn við studningi, men partapeningi og kann selja seg útaftur, sigur hon.
Neyðugt fyri ferðavinnuna
Fyri ferðavinnuna hevur tað nógv at siga, at fólk kunnu velja ímillum at ferðast loftvegis ella sjóvegis, heldur Gloria Kalsø, tí talan er um tveir heilt ymiskar ferðarhættir. Tey, sum ferðast sjóvegis, kunnu hava bil við, og við sjóvegis flutningi kunnu vit fáa eitt annað slag av ferðafólki enn tey, sum ferðast við flogfari. Harafturat koma so tey, sum ikki hætta sær upp í eitt flogfar, og sum verða stavnsbundin í Føroyum, um eingin sjóvegis farleið er, sigur forkvinnan í Framtaki.
-Trýrt tú upp á eina føroyska ferðavinnu?
-Ja, tað geri eg. Vit hava eitt vakurt og gott land og eina serliga støðu mitt úti í Atlantshavinum. Jú, eg havi góða vón um framtíðina hjá føroyskari ferðavinnu, sigur Gloria Kalsø, forkvinna í Framtaki, í samrøðu við Rás2.