Uppskotið frá Búskaparráðnum er óvanligt, men einki eigur at vera tagt burtur. Tað er gott at hava eitt kjak um evnið, so øll sjónarmið koma fram í ljós. Føroyingar hava fleiri ár at kjakast í, tí uppskotið kann ikki koma í gildi fyrr enn í 2004. Tað er í lagi, at menn eru ósamdir, men at viðgera familju og annað hjá uppskotstillarum er heilt burturvið og sigur ikki so lítið um muruna í teimum, ið gera slíkt.
Dagblaðið helt, at Búskaparráðið átti at verið avtikið. Nú er tað soleiðis, at um eitt ráð skuldi verið avtikið, hvørja ferð tað ikki var samt við Fólkaflokkin, so vóru ikki nógv ráð eftir í hesum landi, og demokratiið hevði verið í ússaligum standi. Sama blað sigur, hóast tað er staðfest í lógini um vinnuligan fiskiskap, at fiskurin ikki er ogn føroya fólks ? so fáa vit í hvussu so er staðfest, hvat Fólkaflokkurin meinar um tað.
At reaktiónirnar frá Fólkaflokkinum og reiðarum eru so sterkar er kanska tekin um, at hettar uppskot hóast alt ikki er so heilt burturvið. Tey skip, ið hava verið handlað í seinastini við fiskiloyvum, hava verið handlaði til ein yvirprís, tí tey hava fiskiloyvi. Við øðrum orðum gjalda reiðarir longu fyri fiskiloyvi. Spurningurin er bara til hvønn, og hvat hevur viðkomandi latið fyri somu loyvi. Tað er undir øllum umstøðum helit burturvið, at menn fáa fiskiloyvi fyri einki frá landinum og síðani stutta tíð aftaná selja tey fyri milliónaupphæddir.
Tað kann sjálvsagt verða eitt sindur hugstoytt fyri summi, um ein fiskidagamarknaður verður settur á stovn. Vandin kann vera ov fáar hendur á døgunum, men spurningurin er, um ein umsetilig skipan kann vera øðrvísi. Skalt tú hava loyvi at selja landsins ogn, so mást tú vælsaktans keypa hana fyrst. Kanska kundi ein slík skipan gjørt, at vit fingu - gaman í færri - men betri konsoliderað reiðarí. Kanska vildu somu reiðarí fingið ein breiðari eigaraskara, tí krøv til partapening kunnu gerast størri. Spurningar eru nógvir. Til dømis kundi ein spurt, um flakavirkir kundu keypt kvotur, um keyparar skulu forhondsgóðkennast av myndugleikunum o.s.fr.
Tað hevur verið nevnt, at ein slík skipan er í samsvar við Caragata álitið. Líkt er til, at Fólkaflokkurin bert tekur undir við Caragata álitinum, tá tað kemur til skatt og almennan sektor. Tá tað kemur til, at sokallaðir vinnulívsmenn skulu út undan veingjunum hjá landskassanum og gerast rættir vinnulívsmenn uttan frammihjárætt, so stendur sum altíð á gomlum nøglum. Vit hava á hesum stað ikki verið so ovurfegin um Caragata álitið, og eru tað framvegis ikki, men tað tykist at vera løgið, at ávísir partar av tí, ið Caragata leggur upp til, als ikki kann diskuterast, meðan annað verður gjarað út um hvørja geil av Fólkaflokkinum.
Núverandi samgonga hevur sjálv tvíhildið um umsetiligheit í fiskivinnuni, og spurningurin er, um uppskotið frá Búskaparráðnum ikki er ein sjálvfylgja av hesum politikki. Ber tað til at hava eina eitt sindur umsetiliga skipan? Tað skal í hvussu so er vera okkara vón, at uppskotið frá Búskaparráðnum fær ta sømuliga viðgerð, sum eitthvørt fakligt uppskot hevur uppiborið.