Tað skal beinan vegin vera sligið fast, at eg ikki standi inni fyri einum einasta orði, eg í fríggjadagsútgávuni av Ekstrablaðnum eri endurgivin fyri at siga um rúsdrekkaávirkaðar politikarar í Føroyum.
Tað er rætt, at Carl Johan Albrechtsen frá Ekstrablaðnum ringdi til mín hósdagin. Men tað er ikki rætt, at hann hevur ført samrøðu við meg til blað sítt.
Blaðmaðurin frá Ekstrablaðnum hevði hoyrt, at eg, eins og onnur fjølmiðlafólk í Føroyum, hevði viðgjørt orðaða rúsdrekkapolitikkin hjá Tjóðveldisflokkinum, og bað hann meg senda sær greinina gjøgnum faksið.
At senda blaðmanni á donskum blað eina grein úr okkara blað, sum hevur verið á prenti, helt eg vera púra náttútligt. Men tað var ikki í mínum tonkum, at avleiðingin fór at verða ein so ósaklig og følsk grein, sum tann, Ekstrablaðið hevur prentað.
Eitt dømi um, hvussu ósakliga málið er viðgjørt er, at blaðmaðurin kallar meg fyri redaktør på avisen. Hevði hann tosað við meg í meira enn tveir minuttir, hevði hann vitað, at hetta ikki var rætt.
Sosialurin ætlar sær framhaldandi at viðgera fullveldismálið opið og óheft, hóast Ekstrablaðið ber boð um nakað annað.
John Johannessen,
blaðmaður á Sosialinum










