Neyðtøkutablettin

Runt um allan heim eru trupulleikar við rúsandi evnum. Eisini í okkara lítla, friðarliga landi hava vit ymisk sløg av rúsandi evnum og ikki er trupult at fáa fatur á teimum, um ein hevur hug til tess.

Hetta er eisini ein ógvuliga stórur trupulleiki í Onglandi. Ein trupulleiki, ið einans vindur upp á seg. Her eru ógvuliga nógv ymisk sløg at fáa, bæði sterk sum minni sterk og mangan koma nýggj sløg av rúsevnum á marknaðin. Eitt tað nýggjasta og eitt ógvuliga væl umtókt rúsevni er "The rape pill" ? neyðtøkutablettin. Neyðtøkutablettin er eitt ógvuliga farligt evni, ið sum oftast verður nýtt í náttklubbum. Tablettin er mest nýtt av mannfólkum, ið ynskja sær eitt konufólk, sum ein ivaleyst skilur av navninum á rúsevninum.
Neyðtøkutablettin er ein blandingur av ymiskum rúsevnum og styrkin av tablettini er tískil eisini ymisk. Meiningin við hesari farligu tablettini er tann, at fólk, ið fáa hana, blíva í ørviti, nærmast missa vitið og eru ikki klár yvir, hvat ið hendir rundan um tey. Sum sagt verður neyðtøkutablettin sum oftast nýtt í náttklubbum. Nógv ung, bæði konufólk sum mannfólk leita sær í náttklubbar fyri at dansa og fyri at hugna sær saman við teirra vinum, men tíverri eru tað onnur, ið koma fyri aðrar orsøkir. Mannfólk, ið hava tablettina, fara inn í náttklubbar fyri at neyðtaka. Teir ganga runt, møguliga dansa eitt sindur og leita eftir einum offri. Tá ið gentan er funnin, halda teir eyga við henni og tá ið hon hevur ein drykk, lirka teir spakuliga eina tablett í teirra drykk. Stutt eftir blívur henda neyðars genta í ørviti og er løtt at taka útum fyri síðani at verða neyðtikin.
Hetta er hent fyri nógv ung í Onglandi. Tað eru ikki einans gentur, ið eru offur fyri hesa gerð ? eisini dreingir kunnu koma út fyri at fáa hetta rúsevnið í teirra drykk og seinni verða neyðtiknir av monnum, ið eru samkyndir. Dagin eftir er vanligt, at persónurin, ið er neyðtikin, einki minnist av kvøldinum, frá tí, at rúsevnið var koyrt í drykkin og til viðkomandi vaknar aftur um morgunin.
Neyðtøkutablettin er ein ógvuliga stórur trupulleiki í Bournemouth, ið liggur í suður Onglandi. Persónliga kenni eg tríggjar gentur og ein drong, ið hava verið útsett fyri at hava fingið neyðtøkutablettina í teirra drykk og síðani eru neyðtikin.
Tað er av ógvuliga stórum týdningi, at ung, ið fara í býin, eru klár yvir, at tað ivaleyst eru fleiri neyðtakarar, ið ganga runt við neyðtøkutablettum í teirra lummum og leita eftir einum offri ella møguliga fleiri. Um ein hevur ein drykk í hondini, má man ómøguliga fara til dømis á dansigólvið ella aðrastaðni og lata drykkin standa, fyri síðani at koma aftur og drekka úr tí sama glasinum. Eisini vita øll, at tað mangan er trongt í einum náttklubba og tá ið ein gongur runt við einum drykki í hondini er eisini lætt at lirka eina tablett í drykkin. Tískil sær man mangan, at gentur her í Bournemouth halda lógvan fyri glasið alla tíðina. Ein skuldi trúð, at um ein er varin og ansar eftir sínum drykki, kann einki henda, men soleiðis er tíverri ikki! Tað sigst, at eisini barvørðarnir, ið selja drykkir til kundarnar, til tíðir hava ein prikk við í spælinum, og tá er ikki lætt at fyribyrgja neyðtøkutablettina!
Tíbetur eru vit ikki útsett fyri tílíkum rúsevni í Føroyum, men føroyingar reisa nógv og vit eru mangan heldur góðtrúgvin, tá ið tað kemur til at stóla upp á fólk. Vit eru ikki von við, at fólk eru óerlig og okkara hugsan er til tíðir tann sama, tá ið vit fara uttan um landoddarnar. Hetta kann føra til stórar trupulleikar og hesin emailurin er tískil einans ein ávaring til teir mongu føroyingarnar, serstakliga ung, ið fara uttanlands og ikki vita um neyðtøkutablettuna.