Neyðtøkuoffur kann saksøkja

Rætturin í Onglandi hevur gjørt av, at offurið fyri eini neyðtøkuroynd kann saksøkja brotsmannin, sum fyri góðum trimum árum síðani vann heili 7 milliónir pund Hendan avgerðin í rættinum í Onglandi letur dyrnar upp fyri neyðtøkuofrum, sum hereftir kunnu krevja endurgjald frá sexbrotsmonnum.

Pensjóneraða lærarinnan, bara kend sum Mrs. A, er fegin um úrskurðin, sum gevur henni møguleika at saksøkja Iorworth Hoare, sum legði á hana, meðan hon spákaði gjøgnum eina park í Leeds í 1988.

Mrs A, nú 79, hevur tvær ferðir roynt at saksøkt Hoare uttan úrslit, og var dømd at rinda fyri juridisku útreiðslurnar hjá Hoare upp á 100.000 pund. Nú fær hon hinvegin møguleikan at saksøkja, og Iorworth Hoare er ikki júst nøkur fátækrarotta. Ein dagin seinast í 2004, tá hann hevði ein útgongudag úr fongslinum, vann hann ikki færri enn 7 milliónir pund í lotto (svarandi til einar 75 milliónir krónur)

Ein part av hesum pengum kann Mrs A nú fáa hendur á, sambært rættgarskipanini í Onglandi, skrivar enska blaðið Telegraph