Nú skal arbeiðast fyri at fara undir eina tilgongd at seta ein neytøkutilbúgving í verk.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum hevur svarað einum spurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu úr Tjóðveldi.
– Tað hevur sera stóran týdning. Kvinnur, sum hava verið fyri sovorðnum ræðuligum hendingum, skulu fáa tað best møguligu ráðgevingina og viðgerðina. So tað fara vit at seta gongd á, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í stuttari viðmerking til in.fo.
Sirið Stenberg spurdi, um ætlanin hjá landsstýrismanninum er at seta eina neyðtøkutilbúgving í verk í sjúkrahúsverkinum. Í svarinum sigur Kaj Leo Holm Johannesen soleiðis:
– Í 2016 varð eitt tilmæli handað politiska myndugleikanum, um hvussu ein neyðtøkutilbúgving kann skipast á Landssjúkrahúsinum. Sum spyrjarin eisini vísur á, hevur tað ikki verið møguligt at framt tilmælið í verki, tí stórur mangul hevur verið á serlæknum í kvinnusjúkum í sjúkrahúsverkinum. Tann 1. mai í ár eydnaðist at fáa sett tann fjórða serlæknan í kvinnusjúkum í starv, og tí er grundarlag fyri at taka tilmælið frá 2016 uppaftur – endurskoða tað og møguliga tillaga tað – og fara undir eina tilgongd at seta ein neytøkutilbúgving í verk. Hesum fer landsstýrismaðurin at virka fyri, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í svarinum.
Sirið Stenberg spurdi eisini, nær tað kann roknast við, at neyðtøkutilbúgvingin verður klár.
– Landsstýrismaðurin metir, at tað er møguligt at skipa eina neyðtøkutilbúgving í sjúkrahúsverkinum seinni í hesum árinum ella í fyrst í komandi ári, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.