Neyðtøka av 4 ára gomlum: Hetta vita vit um málið

Í gjár kundi Miðlahúsið bera tíðindini um, at ein føroyingur er varðhaldsfongslaður í einum óhugnaligum máli í Danmark, um neyðtøku av einum fýra ára gomlum. Hetta vita vit higartil.

Í gjár kundi Miðlahúsið bera tíðindini um, at ein føroyingur er varðhaldsfongslaður í einum óhugnaligum máli í Danmark, um neyðtøku av einum fýra ára gomlum. 

Danskir miðlar hava seinastu vikurnar skrivað um eitt óhugnaligt revsimál, har ein 42 ára gomul kvinna hevur misbrúkt sín fýra ára gamla son. Hon er skuldsett fyri neyðtøku av soninum, tó ikki samlegu, fyri blóðskemd og blygdarskemd. Danska revsilógin bólkar allan seksuellan ágang móti børnum undir 12 ár sum neyðtøku.

Mitt í oktobur bleiv so ein 42 ára gamal maður handtikin í málinum og varðhaldsfonslaður. Mikudagin váttaði Nordsjælland Politi fyri Miðlahúsinum, at maðurin er føroyingur.

 

 

Mamma at fýra ára gamla dreinginum bleiv varðhaldsfongslað 20. september. Ritzau skrivar, at løgreglan hevur funnið kjatt-samskifti millum kvinnuna og føroyingin, har maðurin eggjar kvinnuna til at fremja neyðtøkuna av soninum. Bæði nokta seg sek í ákærunum.

42 ára gamli maðurin er ikki pápi at barninum og livir ei heldur saman við kvinnuni.

Revsiramman fyri blóðskemd er upp til seks ára fongsulsrevsing, meðan revsiramman fyri neyðtøku er upp til 12 ára fongsulsrevsing.

 

 

 

 

Mamman eggja til ágang móti barninum

Frá juni til september eggjaði hesin 42 ára gamal føroyskur maður via eitt kjatt eina kvinnu til at fremja kynsligan ágang ímóti fýra ára gamla soni sínum.

Tað halda løgregla og ákærumyndugleiki. Í grundlógaravhoyring 17. oktober kom dómari til ta niðurstøðu, at illgrunin ímóti 42 ára gamla føroyinginum var so væl grundgivin, at maðurin varð varðhaldsfongslaður.

Tað uppslýsti Helle Lykke Olesen, ákæri hjá Nordsjællands Politi, fyri Ritzau. Frammanundan situr mamman, sum eisini er 42 ára gomul, varðhaldsfongslað í málinum. Umframt at hava eggjað til ágang, er føroyski maðurin eisini skuldsettur fyri viðvirkan til blóðskemd og blygdanarskemd.

Maðurin noktar seg sekan.

 

 

 

 

Ikki loyvt at nevna navn

Síðani in.fo bar tíðindini um 42 ára gamla føroyingin, sum er varðhaldsfongslaður fyri hetta mál, hevur stórt kjak tikið seg upp á sosialu miðlunum. Millum annað snýr tað seg um, at fólk halda maðurin átti at verið navngivin. Men rætturin í Lyngby hevur sett navnaforboð í málinum. Tí er ikki loyvt at siga, hvørji kvinnan, sonurin ella maðurin eru. Hetta er fyri at verja órættaða og óseka dreingin í málinum.