Neyðtøka

Fyri umleið fimmogfjøruti árum síðani gjørdi Palli Gregoriussen, arkitektur, vart við, hvussu ljót, skila­leys og klossut í náttúr­uni starvsfólkahúsini vóru, sum ætlanin tá var at byggja til Landssjúkra­húsið.

Hansara skilagóða mót­mæli varð ikki tikið til eftir­tektar. Palle Gregorius­sen hevur mangan verið heppin ráðgevari til skila­góða húsa­bygging, eitt nú hjá pen­inga­stovnum.

Við átøkum og frálíkum tekningum hevur Palle upplýst okkum um fornan føroyskan byggisið og arki­tektonisk kirkjuvirði. Eisini skilagott.

Men at okkara góði og háttvirdi arkitektur Palli Gregoriussen leggur navn til nú fráboðaðu neyðtøku av okkara lítla, gamla býi - í so at siga sjálvari sálini í Tinganes-Kongabrúnni-Bumshamri – kemur óvænt­að á mangan føroying og ikki minst á rótfest havnar­fólk!

Hesin ørskapur er í roynd og veru framhald av skilaloysinum og vandal­ismuni, sum fór fram í Gongini í 1932, tá tær smáu stovurnar: Villums­stova, Ásbistova, í Gong, Selatraðsstova, Dávastova, við Stein og Ísaksstova vórðu rivnar niður, og ein betonblokkur kom í teirra stað.

At løgtingsmenn og býráðslimir í Havn klappa fyri ørskapinum, er ræðandi.