- Ein nýggj støða er íkomin, nú fíggjarnevndin í býráðnum tekur undir við stjórnini í Tórshavnar kommunu at taka aftur fjórðu hæddina í Niels Finsens gøtu 9, sum vit saman við triðju hædd fingu játtaða fyri árum síðani og í rúma tíð hava arbeitt við at innlima í Býarbókasavnið. Ynskið hevur leingi verið at betra umstøðurnar hjá børnum og ungum á bókasavninum. Barnabókasavnið hevur havt sama fermetratal, síðan tað læt upp í 1969, tá fólkatalið í Tórshavnar kommunu var umleið helvtina av tí, tað er í dag. Ungdómurin hevur ongantíð havt eina serskilda deild, men einans havt nakrar bókahillar.
Hetta skriva starvsfólkini í Býarbókasavninum í Havn, sum nú koma við einari almennari áheitan á politikararnar í býráðnum í Havn.
- Ætlanin við fjórðu hæddini hevur alla tíðina verið at hjálpt upp á skrivstovuumstøðurnar hjá starvsfólkinum, og hetta gevur eisini pláss fyri matpakkaøki til dagstovnar og einstaklingar, leikasavni við útláni av leikutoyi, ævintýrarúmi til djúphugsan og friðarløtur, spælirúmi og ungdómsdeild. Alt hetta verður sett í bíðistøðu, um meiriluti verður í býráðnum fyri tilmælinum frá stjórnini, sum fíggjarnevndin longu hevur samtykt, siga starvsfólkini og leggja aftrat, at tey tí staðiliga heita á býráðið um ikki at taka undir við hesum tilmæli, tá málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið komandi.