Newcastle vil hava Huntelaar

Við Owen og Martins á skaðalistanum og dýra Luque sum eykamanni, hevur Newcastle at kalla kroniskar trupulleikar í kostnaðarmikla álopinum. Tað hevur nú fingið teir at venda eyguni móti Hollandi, har Klaas Jan Huntellar er væl ávegis at gerast næsti stóri álopsspælarin hjá landinum. Higar til hevur Ajax tó hildið fast um, at Huntelaar als ikki er til sølu, so ivaleyst skulu heilt nógvir pengar á borðið, áðrenn hetta gerst ein ítøkiligur møguleiki.