Newcastle og Tottenham renna frá Chelsea

Papiss Demba Cissé er stóra hetjan í Newcastle í kvøld. Hann skoraði bæði málini í sigrinum á Chelsea á Stamford Bridge. Tottenham vann greiðan sigur á Bolton. Tottenham og Newcastle renna nú frá Chelsea á stigatalvuni.

 

Við sínum málum nummar tólv og trettan var vetrarkeypið hjá Newcastle, Demba Papiss Cissé, avgerandi leikarin á vøllinum í dystinum móti Chelsea. Aftaná 19 minuttir legði hann Newcastle á odda, tá hann tók ímóti bóltinum inni í brotsteiginum og lyfti hann upp í luftina og smekkaði hann í handara málhorn.

 

Í seinasta minuttinum í dystinum smekkaði hann enn eina ferð til. Hesa ferð úr vinstru og bóltin fór upp um Petr Cech í Chelsea málinum og í mál. Ein sonn perla skal sigast. Papiss Demba Cissé hevur nú skotið 13 mál í 12 dystinum fyri Newcastle síðani hann kom til frá Freiburg í vetur.

 

Í Bolton vann Tottenham heili 4-1. Luka Modric legði Tottenham á odda við dundurskoti uttanfyri brotsteigin. Nigel Reo-Coker javnaði áðrenn Rafael van der Vaart við einum máli og Emmanuel Adebayor við tveimum avgjørdu dystin fyrimuns fyri Tottenham.

 

Tottenham og Newcastle hava nú 65 stig á ávíkavist fjórða og fimta plássi, meðan Chelsea hevur 61 stig á sætta plássi. Ta er tí líkt til, at Chelsea má vinna Champions League finaluna, um teir skulu røkka Champions League fótbólti komandi ár.

 

Premier League:

 

Chelsea – Newcastle 0-2

Bolton – Tottenham 1-4