Newcastle og Manchester United í ensku steypafinaluni

Fótbóltur: Í einum minniligum dysti sendi Manchester United Arsenal úr ensku steypakappingini

Tað er sjáldan, men onkuntíð kemur tað fyri, at tú sær ein fótbóltsdyst, sum hevur alt. Mikukvøldið fingu vit eitt dømi um ein tílíkan dyst, tá tveir av risunum í enskum fótbólti, Manchester United og Arsenal, brustu saman í hálvfinaluumdystinum í ensku steypakappingini, nevnd FA Cup.

Hesi bæði liðini, sum saman við Chelsea mugu teljast sum bestu liðini í Onglandi í løtuni, spældu fyrru hálvfinaluna sunnudagin, men hon endaði 0-0.

Sum reglarnir í Onglandi siga, skuldi tí ein nýggjur dystur spælast longu mikukvøldið. Skulu vit í stuttum siga, hvat vit kunnu krevja av einum dysti, fyri at vit skulu vera nøgd, kunnu vit siga dramatikkur og undirhald. Hesin dysturin hevði eina útvísing, eitt kolldømt mál, eitt brotsspark bjargað í seinasta minutti, og eitt framúrskarandi mál til at avgera dystin. Og stórt meira ber ikki til at krevja.

Upprunaligi dysturin endaði 1-1, og í longdu leiktíðini eydnaðist tað Manchester United at skora einaferð og sostatt vinna dystin 2-1.

Sigursmálið var nakað fyri seg. Arsenal sá út til at vera á gáttini til finaluplássið á Wembley, tá walisiski vongurin Ryan Giggs í 18. minutti av longdu leiktíðini rann ígjøgnum møddu Arsenal-verjuna og skoraði.

Við bert tíggju monnum og trýstir heilt aftur á sína egnu hálvu hingu ætlanirnar hjá Manchester United um eina sonevnda »treble« ? meistaraskapið, steypakappingina og europameistaraskapið ? í einum klønum tráði, tá Giggs fór sjálvur og tryggjaði sínum liði eitt pláss í finaluni móti Newcastle í komandi mánaði.


Arsenal kundi

avgjørt tað

Arsenal-venjarin Arsene Wenger var sum vera man sera vónbrotin, men viðgekk, at tað var eitt framúrskarandi mál, sum hevði sent hansara lið úr kappingini.

? Tað var eitt sera gott mál, sum gjørdi at vit taptu. Eitt framúrskarandi mál, segði franski venjarin hjá Arsenal.

Men Wenger visti, at eftir røttum skuldi Arsenal í seinastu løtunum av upprunaligu 90 minuttunum avgjørt dystin og spælt seg í sína aðru finalu á rað.

Arsenal fekk brotsspark, tá Phil Neville misti høvdið og gjørdi júst tað, Ray Parlour vildi hava hann at gera. Dennis Bergkamp sá eins kaldur út og altíð, tá hann rann upp til bóltin. Skotið var heldur ikki so vánaligt, men hann hevði gloymt lærdómin frá EM endaspælinum í 1992, tá Peter Schmeichel tók eitt avgerandi brotsspark frá Marco van Basten (tá skoraði Bergkamp upp á sítt brotsspark).

Stóri danski málverjin tók skotið og tryggjaði samstundis, at tá hann sigur Manchester United farvæl, verður tað frá Wembley. Bjargingin var rættiliga meinlík henni í Svøríki fyri skjótt sjey árum síðani

? Tá hann legði bóltin á blettin, var tað fyrsta eg hugsaði, at nú var alt liðugt hjá okkum, viðgekk Schmeichel aftaná dystin.

? Men eg var heppin. Eg gitti rætt.

Bjargingin hevði við sær, at liðini noyddust at spæla ein hálvan tíma afturat, og í seinasta enda førdi hon til, at Bergkamp (sum ikki var við í finaluni í fjør vegna skaða) og hansara liðfelagar noyddust at takka fyri seg.

? Tú mást bara góðtaka, at onkuntíð er tað ikki tín dagur, segði Arsene Wenger.

? Vit brendu eitt brotsspark og fingu eitt annað mál kolldømt.


Verður ongantíð gloymt

Frá nú av verður einki, sum eitur nýggjur dystur í ensku steypakappingini. Frá næsta kappingarárið skulu brotsspørk avgera, um fyrsti dysturin endar javnur eftir 120 minuttir.

Manchester United-venjarin Alex Ferguson tók hattin av fyri Arsenal yvir tær báðar hálvfinalurnar á Villa Park.

? Hetta var størsti sigur í eini hálvfinalu, eg nakrantíð havi verið við til. Arsenal hevur verið eitt framúrskarandi mótstøðulið, og tá tú vinnur, so sum vit gjørdu, kanst tú ongantíð gloyma tað aftur. Tað fylgir við tær restina av lívinum. Eg var errin av mínum spælarum, sum ongantíð góvu skarvin yvir. Tú gevst ikki, fyrr enn tú doyrt, segði Ferguson.

Hóast Manchester United tók leiðsluna longu í 16. minutti við einum frálíkum langskoti frá David Beckham ? fyrsta mál skotið móti David Seaman í átta dystum ? noyddust teir seinni í dystinum at rinda fyri, at teir spiltu aðrar møguleikar burtur.

Nicky Butt og Teddy Sheringham høvdu møguleika fyri at økja um leiðsluna, áðrenn Nicolas Anelka móti endanum av fyrra hálvleiki rakti síðunetið og gav eina ábending um, at Arsenal var á veg.

Men eisini í seinna hálvleiki var tað fyrst Seaman, sum tvær ferðir noyddist at bjarga frálíkt fyri skotum frá Jesper Blomqvist og Ole Gunnar Solskjær.

Anelka spilti ein kjans afturat, áðrenn Dennis Bergkamp í 68. minutti javnaði við einum skoti, sum bar við Jaap Stam og snýtti Schmeichel.

Tríggjar minuttir seinni hevði Anelka endiliga bóltin í netinum, men dómarin David Elleray, sum stóð sterkur í myndini og legði eina harða linju, kolldømdi málið fyri rangstøðu.

Og bert ein minutt eftir tað varð United-liðskiparin Roy Keane útvístur fyri sítt annað gula kort eftir at hava felt innskifta Marc Overmars.


Schmeichel gjørdi sítt

Men eins og øll sterk lið fann Manchester United styrki aðrastaðni ? eins og Arsenal gjørdi í fyrra dystinum, tá Nelson Vivas fekk reyða kortið.

Tað sá kortini ikki gott út, tá Phil Neville jarðlegði Ray Parlour í kriminella økinum í seinastu minuttunum. Men sum longu nevnt bjargaði Schmeichel skotinum hjá Bergkamp.

Ferguson, sum longu hevði sett Giggs á vøllin, skifti nú eisini Solskjær út við Dwight Yorke, men tað var Arsenal, sum stýrdi. Schmeichel noyddist í fulla longd fyri at bjarga enn eini roynd hjá Bergkamp, áðrenn livandi danski múrurin eisini bjargaði Ronny Johnsen frá at gera sjálvmál, tá tað leikaði harðast á.

Emmanuel Petit, sum var við aftur eftir at hava verið leikbannaður í tríggjar dystir, hevði ein lyklaleiklut á Arsenal-miðvøllinum, og Tony Adams var enn einaferð álitið í verjuni. Men báðir stóðu í skugganum av Ryan Giggs, sum uppiborið varð valdur »Man of the Match«.

Alex Ferguson var ivaleyst farin at fyrireika seg til brotssparkskappingina, tá Giggs fekk fatur á eini skjøtisleysari sending frá Patrick Vieira nakað inni á United-hálvuni. Hann setti ferð á frameftir, slapp frá Vieira, fór ímillum Martin Keown og Lee Dixon, og áðrenn Tony Adams kundi takkla, sendi hann bóltin upp um David Seaman upp í nettakið til 2-1 ? eitt mál, sum navnframi George Best ikki kundi gjørt betur.


Genialt

Aftan á dystin mintist Ferguson aftur á minniliga málið hjá John Barnes móti Brasilia og tað hjá Ricky Villa fyri Tottenham í FA Cup finaluni móti Manchester City, men hann helt, at hetta var nakað heilt fyri seg.

? Mál sum hasi skilja geniini frá vanligu spælarunum, helt hann brosandi fyri.

Í Premier League megnaði Chelsea bert at fáa 0-0 móti Middlesbrough, og eisini tað kundi fáa Ferguson at brosa, hóast Arsene Wenger eisini hevði eina viðmerking til tað.

? Tað var ein smeitur, at vit taptu, men vit eru sterkir sálarliga, og vit mugu vísa, at vit kunnu reagera positivt í teimum dystunum, sum eru eftir. Tað er framvegis nógv eftir at spæla um, segði Arsenal-bossurin.