Newcastle er í fyrstu steypafinaluni í 24 ár

Newcastle vann ein samlaðan 3-1 hálvfinalusigur á Southampton

Newcastle sum er eitt lið í stórari framgongd hevur í kvøld vunnið seg í sína fyrstu steypafinalu í 24 ár.

 

Newcastle vann í kvøld 2-1 á Southampton á heimavølli í seinnu hálvfinaluni í Carabao steypakappingini. Newcastle vann fyrru hálvfinaluna 1-0, og gjørdist tað sostatt talan um ein samlaðan 3-1 hálvfinalusigur.

 

Sean Longstaff gjørdist stóra hetjan hjá Newcastle við at skjóta tvey mál fyrstu 21 minuttirnar av dystinum. Che Adams skoraði málið hjá Southampton.

 

Newcastle møtir sannlíkt Manchester United í finaluni. United er á odda 3-0 aftaná fyrru hálvfinaluni á útivølli móti Nottingham Forrest á útivølli. Seinna hálvfinalan verður leikt á Old Trafford leikvøllinum í Manchester í annaðkvøld.

 

Í 1999 møttust Newcastle og Manchester United í FA Cup finaluni.