New York valdi demokrat aftur til borgarstjóra

Bill de Blasio er klárur til eitt nýtt skeið sum borgarstjóri í amerikanska stórbýnum eftir sigur á Trump-stuðli.

Demokraturin Bill de Blasio er afturvaldur sum borgarstjóri í amerikanska stórbýnum New York.

Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar sambært AFP.

Tað verður annað skeiðið hjá Bill de Blasio í størsta amerikansa býnum. Tað hevur gagnað honum væl, at íbúgvarnir í New York halda so lítið um Donald Trump.

56 ára gamli fyrrverandi advokaturin úr Brooklyn vann á republikanska valevninum, 36 ára gomlu Nicole Malliotakis, sum er íðin Donald Trump stuðul.

Malliotakis, sum hevur grikskan pápa og kubanska mammu, hevur undir valstríðnum funnist at Bill de Blasio fyri at vera ein ónytta.

Bill de Blasio hevur lovað, at hann í øðrum skeiði sínum millum annað fer at gera íløgur í bíligar bústaðir í New York, skrivar tíðindastovan AP.

Harumframt hevur hann lovað at vera fortalari fyri stóra talinum av innflytarum og minnilutum, sum búgva í stórbýnum.


/ritzau/