Oljuframleiðsla í Atlantshavi
Eitt av grannalondum okkara, tó at tað liggur langt burturi, New Foundland, hevur í hesum døgum tikið enn eitt týðandi stig sum oljutjóð. Í farnu viku fóru newfoundlendarar undir at framleiða olju frá tí næstu kelduni á Grand Banks út fyri New Foundland. Keldan hevur fingið heitið Terra Nova.
Tað hevur kostað ikki minni enn umleið 18 milliardir krónur at byggja hetta feltið út til framleiðslu. Keldan rúmar millum 400 og 500 mill. tunnur av olju. Talan hevur verið um eina rættiliga torføra og drúgva verkætlan. Hon skuldi fara av bakkastokki seint í ár 2000 men er av ymsum orsøkum seinkað. Hetta hevur dýrkað hana nógv. Ein av orsøkunum til seinkingina hava verið ymisk brek eitt nú við oljútbúnaðinum á havbotninum.
Meðan tann fyrsta oljukeldan við New Foundland, Hibernia, varð bygd út við einum risastórum palli, so verður FPSO modellið brúkt í hesi næstu kelduni, tvs. eitt framleiðslu- og goymsluskip av sama slag sum tey, ið BP brúkar á Foinaven og Schiehallion feltunum á Atlantsmótinum skamt frá okkara marki. Hetta er so fyrstu ferð í oljusøguni, at eitt slíkt skip er brúkt í einum so harðbalnum, veðurbardum og torførum djúpvatnsøki. Fyritøðufelagið (operatørurin) í hesi verkætlanini er kanadiska oljufelagið Petro-Canada. Haraftrat eru Exon-Mobil, Norsk Hydro og Texaco við.
Hiberniafeltið, sum varð tikið í nýtslu í 1997, og sum var tað fyrsta framleiðandi feltið út fyri New Foundland, hevði eisini eina drúgva føðing. Tað varð funnið í 1977 og skuldu ganga heili 20 ár, áðrenn komið varð á mál. Ein orsøkin til at hetta tók so langa tíð var tann, at man vildi finna tí røttu pallloysnina, sum hóskaði til júst hetta ísherjaða økið. Hiberniapallurin, sum varð í gerð í mong mong ár, er tí eisini eindømi innan oljuvinnu.
Nú verður so eisini arbeitt við tí triðja framleiðandi feltinum, White Rose, sum Husky Energi og Petro-Canada í felag eru við at byggja út. Ætlandi skal framleiðslan byrja í 2004. Men eisini í hesum førinum verður tosað um seinkingar. Ein orsøkin er tann, at stigtakararnir hava ikki kunnað bestemmað seg til antin tað skuldi vera ein pall ella eina skipaloysn. Endin gjørdist, at skipaloysnin verður brúkt.
Í ávísum førum ber til at flyta kjakið um oljuvinnuna í New Foundlandi beinleiðis til Føroyar. Nógvir av spurningunum, sum hava verið frammi har og verða viðgjørdir í fjølmiðlunum eru júst somu spurningar, sum oftani eru frammi í kjakinum herheima eitt nú í hvønn mun heimaídnaðurin sleppur at vera við í menningini, í hvønn mun politikararnir seta sær ov høg mál osfr.
Í oddagrein í blaðnum Uppstream 11. januar í ár verður róð framundir, at politikararnir í New Foundlandi blása og hava mjøl í munninum í senn. Um somu tíð sum teir krevja, at innlendis arbeiðsmegi og virki skulu vera veitarar, verður skundað undir at fáa framleiðslu í gongd. Men hetta hongur ikki altíð saman. Hetta eru spurningar, sum uttan iva eisini fara at merkja eitt komandi orðaskifti í Føroyum, um og tá avgjørt verður at fara undir framleiðslu frá einum lønandi felti. Í tí førinum kundi verið áhugavert at trivið í eina viðmerking í blaðnum um tilgongdina í New Foundlandi:
?It is understandable that politicians are keen to ensure that there is a high degree of local content in any particular scheme but they cannot dictate spending levels and must accept that local suppliers must be able to deliver quality on time and at reasonable cost?, skrivar blaðið men leggur aftrat, at í dag er Canada við at gerast ein týðandi oljulandslutur, tó at talan enn er um eitt øki við høgum kostnaðarstøði.
Fyri føroyingar, sum halda seg hóma eina komandi oljuvinnu úti í havsbrúnni, kann tað hava áhuga at fylgja gongdini í øðrum økjum, sum minna um okkara og sum ikki liggja heilt so fjarskotin. Her koma fyrst og fremt oljuøkini vestan fyri Hetland, men eisini New Foundland, hvørs fiskigrunnar vit ikki eru ókend við, hava okkara áhuga, tá ein møgulig útbygging fer í gongd her hjá okkum eisini. Har hava teir longu fingið sínar fyrstu royndir við at menna tvey oljufelt, eitt nú einum palli og eitt við einum skipi. Viðurskifti, sum eisini oljuvinnan um okkara leiðir kemur at taka støðu til, tá staðfest er, um felt eru lønandi her.